Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 69

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 69
RÆTTARMÁLIÐ í FØROYUM 73 einstøku løgtingsmenninir nýttu og enn minni, hvat mál skrivstovur ríkisins nýttu. Minnilutin (Johan Kallsoy og S. P. Zachari- assen) førdi fram: „Meðan føroyskt mál meira og meira verður nýtt skrivliga millum manna her á landi, er tað so statt, at al- mennar skrivstovur sjáldan ella ongantíð nýta málið skrivliga. Hetta má sigast at vera stórt spell og ein smeitur fyri móðurmál okkara, og slíkur siður ella rættari ósiður finst neyvan í nøkrum landi, har fólksins talumál er eittans, soleiðis sum statt er í Føroyum. Tað kundi verið neyðugt at sett fram upp- skot um lógarreglur fyri, at allar almennar skrivstovur her á landi skulu nýta føroyskt mál skrivliga í øllum viðurskiftum innan- oyggja, men tá tílíkar reglur í seg sjálvt eru ónáttúrligar, og tá vit vóna, at menn sum sita í almennum størvum vilja skilja, at landsins mál eigur ein sjálvsagdan rætt til at verða nýtt skrivliga eins væl og munnliga í øllum førum innanoyggja, skulu vit lata vera at gera hetta á hesum sinni, men einans mæla tinginum til at samtykkja eina áheitan til Føroyingar, sum sita í almennum størvum, um at nýta føroyskt mál í brævaskifti og almanna kunngeringum.“ Viðvíkjandi rættarmálinum helt meirilutin onga orsøk vera til at gera nakað við henda spurning, tí galdandi rættargangslóg, sum bert var fáar mánaðir gomul, gav hvørjum manni og hvørjari kvinnu, sum møttu í rætt- inum, rætt til at nýta føroyskt mál í tann mun, tað var neyðugt. Minnilutin vísti til sjónarmiðini hjá Mitens og Niclasen í 1933 og setti fram uppskot samsvarandi. Uppskot minnilutans í spurninginum um føroyskt rættarmál fekk bert 10 atkvøður og fall so- statt. Við løgtingsvalið 28. januar 1936 misti Sambandsflokkurin meirilutan í løgting- inum. Sambandsflokkurin og Sjálvstýris- flokkurin fingu hvør sínar 8 mans valdar, Javnaðarflokkurin 6 og Vinnuflokkurin 2 mans. I 1937 kom rættargangslógin aftur á tingborð í sambandi við, at skipan við dóms- monnum varð sett á stovn í Danmark. Málið varð beint í ymsamálanevndina, sum læt endaligt álit frá sær 9. desember 1938. Nevndin var samd um at mæla tinginum til at samtykkja uppskotið til nýggja rættar- gangslóg fyri Føroyar. Meirilutin í nevndini (Edw. Mitens vegna Sjálvstýrisflokkin og Jacob Nielsen vegna Javnaðarflokkin) skeyt samstundis upp at broyta grein 149, sum skotið upp av Mitens og Niclasen í 1933. Uppskotið hjá meirilutanum um rættarmálið varð samtykt í løgtinginum 20. desember 1938 við 16 atkvøðum - av øllum tingmonn- unum uttan sambandsmonnunum. Við skrivi frá 11. september 1939 til tingið gjørdi Sjálvstýrisflokkurin vart við, at danska stjórnin ikki hevði latið tingsins samtykt árið fyri viðvíkjandi rættarmálinum við seg koma, og flokkurin heitti tí á tingið um at taka málið til nýggja viðgerð. I nevnd- ini, sum fekk málið til viðgerðar, vísti meiri- lutin (Kallsoy, M. A. Jacobsen og Danbjørg) til tað, sum Mitens og Jacob Nielsen høvdu ført fram í nevndarálitinum árið fyri við- víkjandi rættarmálinum. Meirilutin skoytti uppí, at tað var eitt avgjørt fólkakrav, at okkara móðurmál, føroyskt, varð javnsett við danskt eisini í rættinum. Aftan á at før- oyskt mál var javnsett við danskt í skúla og kirkju, skuldi tað eisini verið enn meiri grund til at hildið, at stjórnin skilti, at hetta fólkakrav var rímiligt. Meirilutin setti tí fram uppskot nøkulunda samsvarandi uppskot- inum hjá Mitens og Niclasen frá 1933. Minnilutin (Johan Poulsen og A. Samuel-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.