Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 71

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 71
RÆTTARMÁLIÐ í FØROYUM 75 samtykt, at øll lógaruppskot á tingi hereftir skuldu samtykkjast á føroyskum og donsk- um máli. Samráðingar í 1946 og 1947 um stjórnarstøðu Føroya og heimastýrislógin I tíðarskeiðinum januar-mars 1946 fóru í Keypmannahavn fram drúgvar samráðingar millum umboð fyri donsku stjórnina undir forsæti av forsætismálaráðharranum Knud Kristensen og umboð fyri teir politisku flokkarnar á løgtingi. Tilfarið frá hesum samráðingum er til skjals og er prentað í Løgtingstíðindum fyri 1946. Tað var serstak- liga tann stjórnarliga støðan hjá Føroyum, sum varð viðgjørd. Málspurningurin varð tó eisini umrøddur. í skrivi dagsettum 26. januar 1946, ið varð undirskrivað av Thorsteini Petersen, segði føroyska sendinevndin sína hugsan um, hvussu samráðingarnar áttu at verða skip- aðar, og nevnd vórðu tey øki, sum áttu at viðgerast, undir bókstøvunum A-O. Mál- spurningurin er nevndur og er sundur- greindur soleiðis: 1. Lógarmál, 2. Rættar- málið og málið innan umsiting, 3. Málið í skúla og kirkju v.m. Ynskið um hesa manna- gongd varð tikið til eftirtektar, og fóru síðan samráðingar fram, har tey ymisku málsøkini vórðu viðgjørd. Málspurningurin varð við- gjørdur á fundi 1. februar. Poul Petersen nevndi á fundinum, at føroysk lógaruppskot tey seinnu árini høvdu verið tilevnað bæði á føroyskum og donskum máli. Hetta kundi bera við sær tulkingariva. Hetta var óheppið, og hevði Fólkaflokkurin ta prinsipiellu støðu, at lógarmálið átti at verið føroyskt. Sum eina millumloysn kundi hann hugsað sær skjal við danskari umseting av lógar- tekstinum. Sama grundsjónarmið hevði flokkurin viðvíkjandi rættarmálinum og málinum innan umsiting. Petur Mohr Dam vísti á, at gongdin í málspurninginum var væl hóskandi at vísa gongdina í viðurskift- unum millum Føroyar og Danmark. Hann vildi ganga inn fyri eini skipan, sum forðaði fyri, at stríðið helt fram. Nú var føroyska málið viðurkent á øllum økjum. Hann ásannaði, at tulkingarivi kundi stinga seg upp, tá ið lógir vórðu orðaðar á tveimum málum, men hevði kortini samtykt í hesi loysn av praktiskum orsøkum. Kristian Djurhuus helt fyri, at ein og hvør, sum møtti í rættinum, hevði høvi til at tosa føroyskt mál, sum dómarin skuldi skilja, og bókað kundi verða á báðum málum. Johan Poulsen førdi fram, at Sambandsflokkurin ikki hevði nakra prinsipiella støðu viðvíkjandi lógar- og rættarmálinum. Avgerandi fyri flokkin var spurningurin um rættartrygd. Ut frá teimum munnligu samráðingunum um tey ymisku málsøkini gjørdi stjórnin eitt upp- skot til skipan dagfest 25.2.1946. Viðvíkj- andi málspurninginum stóð í uppskotinum sum pkt. 4: „Det færøske Sprog anerkendes sammen med Dansk til Anvendelse i Skole og Kirke, i den færøske Administration og som Lov- og Retssprog med de Begræns- ninger, som følger af praktiske Hensyn og Hensynet til Rigets Enhed.“ Uppskotið varð lagt fram á einum samráðingarfundi 1. mars. Thorstein Petersen helt ikki, at málspurn- ingurin var loystur við uppskotinum frá stjórnini. Hann nevndi, at hóast tað í skatta- umsiting løgtingsins bert vóru 2 danir og 16 føroyingar, so fór øll avgreiðsla her fram á donskum. Sýslumenninir, sum tosa føroyskt, skriva allir frágreiðingar hjá føroyingum niður á donskum máli. Tað fanst ikki eitt alment oyðublað í Føroyum, sum ikki var orðað á donskum máli. Umboð Javnaðar- floksins gjørdu sítt egna uppskot, dagfest 10.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.