Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 75

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 75
RÆTTARMÁLIÐ f FØROYUM 79 bandsflokkin øðrumegin, sum vil varðveita danskt mál sum rættarmál, tí annars er ríkis- felagsskapurin í vanda, og hinar flokkarnar hinumegin, serliga Sjálvstýrisflokkin, sum berjast fyri at veita móðurmálinum fulla viðurkenning eisini sum rættarmáli javn- bjóðis donskum máli. I 1943 vinnur sjálv- stýrishugsjónin í rættarmálsspurninginum, og føroyskt mál fær fulla viðurkenning sum rættarmál javnbjóðis við danskt mál. Tað kann tykjast sum eitt slag av speisemi lagn- unnar, at Sjálvstýrisflokkurin ikki var um- boðaður á tingi, tá ið hetta stig varð vunnið. Við heimastýrislógini varð viðvíkjandi mál- spurninginum yvirhøvur staðfest, at móður- málið er høvuðsmálið í Føroyum, men at danskt mál skal lærast væl og virðiliga, og at danskt mál hevur rætt til at verða nýtt í øll- um almennum viðurskiftum. Aftan á heima- stýrislógina tykist tað, sum at mótsetning- urin millum Sambandsflokkin og hinar flokkarnar í málspurninginum er horvin ella í hvussu er kámaður nakað. Gongdin við viðgerðina av rættargangslógini seinast tyk- ist í hvussu er at benda á hetta. At málspurningurin varð loystur á skúla- og kirkjuøkinum skapti gróðrarlíkindi á hesum økjum, og tað hevur eisini síðan her gróð um gangandi fót. Sama kann í hvussu er bert í avmarkaðan mun sigast um rættar- málið. Hóast rættargangslógin síðan 1944 hevur veitt fult frælsi til at nýta føroyskt mál sum rættarmál, er hetta bert hent í avmark- aðan mun, og er fremsta orsøkin til tess, at fyritreytirnar ikki hava verið tær somu sum innan skúlan og kirkjuna. Ta fyrstu tíðina aftan á 1944 byrjaðu føroyskir advokatar at skriva stevningar og onnur rættarmálsskjøl á føroyskum, men varð hetta tey fyrstu árini bert gjørt í einstøkum førum. So við og við er hetta gjørt í størri og størri mun, og í dag verða at kalla allar stevningar og rættar- málsskjøl frá føroyskum advokatum orðað á føroyskum máli. Bert tá ið partar ella ad- vokatar, sum eru við í málinum, eru danir, verður skrivað á donskum. Munnliga við- gerðin í rættinum fer í stóran mun fram á føroyskum máli; men dómar og aðrar av- gerðir verða enn fyri tað mesta orðað á donskum máli. Sama er við kunngerðum og oyðubløðum. Hóast seinasta broytingin av orðaljóð- inum í grein 149 í rættargangslógini kanska løgfrøðiliga sæð neyvan hevur tann stóra týdningin, er hon tó saman við viðmerking- unum til lógaruppskotið ein ábending um, at tað er eitt einmælt ynski frá føroyskari politiskari síðu, at ræsurnar hjá føroyska málinum á rættarøkinum gerast rúmligari, og at hetta ynski er ásannað og viðurkent av ríkisstýrinum. Spurningurin er so, hvussu fyritreytirnar fyri at veita føroyska málinum rúmari ræsur á hesum øki fáast til vegar.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.