Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 85

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 85
HVUSSU EIGUR KIRKJUMÁLIÐ AT VERA? 89 sitatum í ritualunum. í bíbliutýðing kundu vit kanska hugsað okkum hetta sjónarmið flutt yvir á sitat úr GT í NT. Victor Danielsen vildi týða NT soleiðis, at tað kundi vera til uppbyggingar, og tað merkir í samanhanginum, at øll skuldu skilja málið. Eg haví ikki nevnt eitt tilsvarandi sjónarmið hjá Dahls monnum, um eg kann nevna teir so. Men hetta er sjálvsagt heldur ikki fremmant fyri teimum. Tað kemur ser- liga fram í viðmerkingum frá Dahl í 1923 til broytingaruppskotini frá Sørensen prósti til ritualtýðingina. Her sæst eisini, hvussu opin Dahl hevur verið fyri atfinningum, tá ið grund var undir teimum, og harafturat fáa vit í hesum skrivi at vita, hvussu Dahl kundi taka við øllum góðum orðum og málburði, hvar hann kundi finna slíkt. Eg skal pilka okkurt burturúr. Dahl umsetti upprunaliga avnoktanina í trúarorðunum soleiðis: Vit avnokta djevulin og allar gerningar hans og „alt skap hans“. Sørensen próstur skeyt upp at broyta alt skap hansara til „alt, ið hans er“. í viðmerk- ingunum heldur Dahl, at tað besta uppskotið er tað hjá Gulaki, sum hevði skotið upp at siga „allan atburð hans“. Og soleiðis varð tað. Dahl hevði formin „kalikur“, Sørensen vildi heldur hava „kalkur“. Dahl leggur fram tvær grundir til at halda fast við formin kalikur: 1. eingin sigur annað, og 2. Jógvan Poulsen brúkar kalikur í bíbliusøguni, og hon hevur í áravís verið brúkt bæði í skúlun- um og heima við hús. Dahl byggir sostatt á 1. tað, sum er gott mál og góð føroysk orð, 2. tað, sum kent er í eldri kirkjuligum bókum, og 3. tað, sum øll siga og skilja. Sjónarmiðini aftan fyri týðingarvirksemið hjá Dahl er sostatt meira nuanserað enn hjá Victori Danielsen. Hjá Victori var bert eitt: tað skuldi vera lætt at lesa og skilja, so mátti alt annað víkja. Victor gekk sjálvur nøkur ár seinni burtur frá hesum sjónarmiði. Hann týddi GT á sama hátt sum NT í 1937, men tað varð ongantíð prentað. Hann skal hava sagt, at hann var ikki keddur av tí og týddi tað umaftur eins og NT. Tað er útgávan frá 1949. Hetta er tað triðja sjónarmiðið, sum eg nevndi hjá Dahl - men raðfylgjan er til- vildarlig. Tað næsta sjónarmiðið hjá Dahl var tað tilfar, hann fann í eldri kirkjuligum og bfbl- iskum máltilfari. Skúlaður í gudfrøði, sum hevur aldagamlar røtur, og sum fólkakirkju- prestur við líka so gomlum rótum er tað natúrligt hjá Dahl umframt at hyggja uttan um seg at líta aftur um bak. Victor Danielsen hevði harímóti sum fríkirkjumaður í eini nýggjari rørslu kvett sambandið aftureftir og vent sær móti allari tradisjón, men vendir í vissan mun aftur til hennara seinni í lív- inum. Viðvíkjandi tí fyrsta sjónarmiðinum hjá Dahl, at málið skuldi vera gott føroyskt, er at siga, at Dahl so at siga er vaksin upp við tjóðskaparrørsluni, kom blaðungur til Havnar í nítiárunum stutt eftir at tjóðskap- arrørslan, sum hevði til høvuðsendamáls at fáa móðurmálið aftur til heiður og æru, hevði tikið seg upp, og framvegis ungur kom hann upp í tað politiska stríðið, sum fyri stóran part snúði seg um málið. Og kirkju- málið mátti, júst tí at kirkjan var statsstuðlað fólkakirkja, gerast ein partur av tí politiska stríðnum. Og bæði tað tjóðskaparliga og politiska stríðið miðaði ímóti at fáa loyvi til at brúka móðurmálið og í so stóran mun, sum forsvarligt var, at fáa tað sett í staðin fyri danskt og ikki minst eitt danskbronglað føroyskt. Tað er tí natúrligt, at málbúnin lá frammarlaga í huganum á hesum stríðs-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.