Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 92

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 92
96 EITT ÍKAST TIL EINA FJØLBROYTTARI MYND tonqa so miqe maira o greia ta ofta væl bedre. Guðrin: Nú føle eg meg so troistajan (011 læa). Tróndur: Ikki man tað vera ringt at gita hvat ið Magga teinkir og av hjartanum ynski eg tað sama. Sig mær tú, hvat tú meinar. Magga: Ja sær tú. Hetta glæse vil e nu drekka fire taimun gudsvinun - kvørjir tair nú ero - sum ý ty syste týene hava skriva ý avysenar ty tá hóvar mar kvorjun ta icce hóar o e have aisene ait sindur meire graie a ty iná odlun hesum útliska prát- enon har plóa [plagar?] á finnast sum e icce have maire greie á in Kongerin av frankaryqe Harrin framme tarra sag sum ainum kvorjun erliun førinqe (Hon heldur glasi up) Síðani fer Asa at kvøða, Tróndur tekur und- ir við henni, og Haraldur sigur at „Sjúrður hjolpur okkun“. í hesum brotinum verða tey bæði aðal- evnini hjá Súsonnu Helenu borin fram: konufólkasak og tjóðskaparsak. Magga tyk- ist at vera kend fyri at vera tjóðskaparsinn- að. Hon veit, at konufólk ikki plaga at taka lut í kjaki um støðuna í landinum, men hon ivast ikki í, at tey eiga at taka lut í tí, og hon heldur, at konufólk helst høvdu greitt málini betur enn mannfólkini. Tá ið tey eru liðug at kvøða, heldur orða- skiftið um støðuna hjá konufólki í almenn- um kjaki fram í sambandi við, at tær hava sett sær fyri at læra seg at skriva føroyskt: Magga: Ja myn goe bróor tá verir icce ofta um ta hendur se ad nagar av okkun cemor vi til hetta men eit have e á sia tikkun - y qarkvølde táye Asa, sistur og e vóru komnar in ý kovan samráddist vit leinqe um hetta sum vit hava lise y dimmalatting; Asa saje ein limur skal hava sagt at hansara álit var á kvinn- enun. Guðrun: Ja Magga, og nú halde eg vit í allare frialighait um sunnudagar skullu hæva stevne her kiá okkum og tosa og roina at stæva og skriva tað føriska vit kunna fáa fætir á. Eg skæl tosa við følki her í bigdene, tæð firsta stevne verir tá sunnedagjin eftir lestir. Skúlalærarin er føringur í sinn og sjinn, hann jolpir okk- um vait eg (til Asa) Tú kiemir tá við Ása til tað firste ferð. Tað, sum tær hava lisið í Dimmalætting, kunnu hava verið tær fyrstu greinirnar í tjóðskaparkjakinum. Kanska sipar leikurin her m.a. til greinina „Vor Nationalitet“ (Dimmalætting 10.11.1888), sum Hans Jacob Debes sigur byrjaði „sjálvt tjóðskaparkjak- ið“10. Greinin snýr seg um føroyska málið, sum er útihýst úr kirkju, skúla og rætti, men hóast greinskrivarin harmast um hesa støðu, er hann vónríkur, tí okkurt er, sum „tyder paa, at lysere Tider kan ventes“n. Hans Jacob Debes vísir á, at R.C. Effersøe helst hevur skrivað greinina, og hann var millum teirra, sum tóku stig til jólafundin og tað, sum av honum stóðst. I somu grein verður funnist hvassliga at konufólkinum: „Mange vil samstemme med mig i, at det er sørgeligt, at man har agtet os saa ringe, at man ikke tillader os at bruge det færøske Sprog som Kirke-, Skole- og Retssprog; men endnu sørgeligere er det, at mange Færinger foragte deres eget Modersmaal og National- dragter; hvilket især gjælder om saa mange
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.