Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 99

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 99
EITT ÍKAST TIL EINA FJØLBROYTTARI MYND 103 hándin eg kendi hana, nú komi eg sjót at finna teg, eiggiligu Janis. Her nýtir Súsanna Helena ymiskt tilfar til at mynda støðu Tóru. Ørindið úr Sjúrðar- kvæðinum, Brynhildartátti ørindi 266, tulkar kenslur Tóru, nú hon hevur mist drongin. Orsøkina til missin finnur hon hjá nornun- um, sum ikki untu sær hann, og síðani kemur ein dreymmynd við einum reyðfiski og eini hond, sum bæði tekur fiskin og hana. Men hon gevur eini eiggiligari hákelling fiskin fyri at sleppa undan henni. Reyðfiskurin og hondin renna saman, og mynda tað, sum Tóra sjálv skal. Hákellingin er lýst á sama hátt sum Janus - tá ið Tóra tulkar sjónina, sigur hon, at hon skjótt kemur „at finna teg, eiggiligu Janis". Nornirnar og marrumyndir- nar av reyðfiski og hákelling eru súmbol, ið vísa til sálarligu støðu Tóru, nú hon bæði hevur mist drongin og sjálv liggur fyri deyð- anum. I hesum leikritsbrotinum nýtir Súsanna Helena meira kvæða- og sagnatilfar, enn hon annars gjørdi í skriving síni. Tað kundi bent á, at hon ætlaði at royna seg á øðrum leiðum, enn hon var von, men tað sum eftir hana er, sigur ikki frá meira. Skrivihátturin í hesum leikritsbroti líkist skriviháttinum hjá R. Eff- ersøe og øðrum í samtíðini, sum júst nýttu allar møguligar mýtur. Støða Súsonnu Helenu Patursson í mentasøgu okkara Leiklutur Súsonnu Helenu Patursson í før- oysku bókmenta- og mentasøgu hevur ikki fingið nógv ljós á seg. Arni Dahl nevnir avrik hennara í bókmentasøgu síni,15 men annars hevur tøgnin valdað. Orsøkin er tann ofta nevnda, at leikritið er ikki til í heilum líki, men sera áhugavert er, hví so er. Eftir Rasmus Effersøe, sum debuteraði sum leik- ritshøvundur samstundis sum Súsanna He- lena, er bæði hesin leikur og aðrir varðveittir - teir eru prentaðir og givnir út. Men av „Veðurføstum“ eru bert fýra leiklutir og ein mynd til. At døma eftir tí, sum er til av leikinum, er skilligt, at hann snúði seg um tey somu mál, sum lýst varð fyri í fundarboðunum 2. jóla- dag 1888: at verja Føroya mál og Føroya siðir. Leikurin vísti, at tað bar til at verja málið við at læra seg at skriva tað, og hann sýndi fram gamlan føroyskan innanhýsissið. Alt hitt, sum Súsanna Helena tókst við, lá á somu leið. Hon var við í tiltaki til frama fyri at sleppa konufólki at vera limir í Føroy- ingafelag í Keypmannahavn. Hon skrivaði og gav út konufólkablaðið Oyggjarnar 1905- 08, sum var einasta blað á føroyskum hesi árini, og sum gjørdi nógv burtur úr at læra konufólk nýggjar húshaldssiðir. Hesar greinirnar í blaðnum vórðu seinni savnaðar og givnar út í tveimum bóklingum Matreglur fyri hvørt hús (1907) og Frýðka um búgvið (1912). Men leikritið gáaði eingin um at varðveita, eins og alt tað í Oyggjunum, ið ikki var um húshald, varð gloymt. Yvirhøvur tykist undirtøkan ikki at hava verið nóg góð.16 Hugsa vit um hvussu almennið var vorðið í tíðarskeiðinum umleið 1880-1910 so er tíðin merkt av, at partar av tjóðskapar- rørsluni vórðu savnaðir í Føringafelag, og har var mangt innanhýsis stríð, m.a. millum Patursson-brøðurnar og aðrar oddarmenn. Vit kunnu siga, at Súsanna Helena var kvinnuligi makin til politiska virksemið hjá brøðrunum. Jóannes Patursson talaði al- ment og til mannfólkið um tjóðskaparligt medvit, hvussu umráðandi var at styrkja málið og mentanina, hann mælti til tjóð- skaparligt sjálvsmedvit og stoltleika. Sverre
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.