Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 104

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 104
108 GUNNAR HAVREKI OG ÓLI DANSKI 5. 1 s. í A5-stødd. „Tu kemur ei her niður“, 1 ør. A. Allur teksturin í hesum handriti er í ein- um stílahefti, sum er 68 síður til longdar. Skrivað er á 59 tær fremstu síðurnar í heft- inum. Fremst stendur sama áskrift sum í byrjan av handriti A, bert við tí muni at her endar áskriftin: „Tá fann eg hesar partar av handriti til „Hjá Dalabóndum“.“ Handritið fevnir um allan leikin, tá ið sæð verður burtur l'rá 7 teimum fyrstu tilsvarun- um. Tað byrjar við orðunum, sum huldan sigur við nykin: „... treingja í tann unga barmin og vekja trá og óvinnuliga ræðslu, tað triðja dimmið skal títt verk fullføra.“ (Innihaldið í handritinum svarar til M. 114- 153). Á s. 8 er ljósareyður pappírsskeyti klistr- aður í breddan á síðuni. Á honum stendur sangurin „Um dalur gerst mær ov trongur...“, 2 ør. B. Hetta handritið er 54 s. til støddar (folio- stødd) og fevnir um mest sum allan leikin „Best man vera sum er“. Tað byrjar við byrj- anini og endar við tilsvarinum, har Ólavur Eiriksson sigur: „Nú tykist mær, at Páll fer at ótolnast“ (M. 191-247). Tá eru 9 tilsvar eftir av leikinum og so sangurin, sum øll syngja til endans: „Hjá teimum stuttligt at fylgjast er...“ II Heimangerðin at kanna handritasavnið F XIV var at finna handritið til sjónleikin „Gunnar Havreki", ið var annar leikurin8, ið varð framførdur í Tinghúsinum í Havn sunnudagin 3. mars 1889. Hetta var fyrsta ferðin, at føroyskt mál ljóðaði á palli. Sum tað sæst av lýsingini av savninum, var einki handrit til „Gunnar Havreka“ at finna her. Harafturímóti er „Gunnar Havreki" at finna í heilum trimum fullfíggjaðum upp- skriftum í einum handritasavni á Føroya Landsbókasavni, ið ber heitið C I9. í hand- ritaskránni stendur savnið at vera komið úr búnum eftir Sigurd Niclasen, og í tí er ymiskt skrivligt, ið lá eftir Sigrid Niclasen, f. Jacob- sen, fødd í 1854,10 deyð í 1927. Handritini nevna vit A, Á og B: A: Stílahefti við bláari permu. Innan á permuni framman stendur: „Tey leikandi“ og so ein listi, sum sýnir, hvørjir sjónleika- persónarnir eru. Leikurin sjálvur er hand- skrivaður á 7 síður. 8. síðan er blonk. Á: Stílahefti við ongari permu. Leikurin er handskrivaður á 7 síður og nakrar reglur yvir á síðu 8. B: Handritið er sett saman av tveimum ørk- um av brævpappíri, annað er bukkað á miðj- uni, og skrivað er við hond á allar 4 síðurnar, hitt er einkult.'hevur somu stødd, og skrivað er við hond á báðar síður. Umframt hesi trý nevndu handrit er eisini ein lítil lummabók, har leikluturin hjá Gun- hild í „Gunnari Havreka“ er skrivaður sam- an við einum leikluti úr hinum føroyska leikinum, ið leiktur varð í 1889, „Veðurføst“. Hetta kundi bent á, at Sigrid Niclasen hevur havt leiklutin sum Gunhild í fyrstu fram- førsluni av „Gunnari Havreka“ í 1889, og at hon eisini hevur leikt við í hinum leikinum. Hon hevur tá verið 34 ára gomul. Vist er tað ikki, men mangt bendir á, at A-handritið er skrivað við hond Rasmusar. Rættskrivingin í tí minnir nógv um rætt- skriving Rasmusar í hinum handritunum í F XIV. Hon liggur tætt upp at rættskriving Hammershaimbs. Hini handritini til „Gunnar Havreka“ í C
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.