Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 105

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 105
GUNNAR HAVREKI OG ÓLI DANSKI 109 I hava rættskriving, ið liggur rættiliga nær upp at rættskrivingaruppskoti Jakob Jakob- sens frá 1889, so tey kann Sigrid Niclasen, ið var eldra systir Jákups, hava skrivað. Men her mugu neyvari skriftkanningar og rættskrivingarkanningar gerast, áðrenn nak- að kann sigast við vissu. III Fyrstu ferð, „Gunnar Havreki“ tykist vera prentaður, er í 1. árgangi av „Tingakrossi“ nr. 47-50, 190111. Teksturin er prentaður sum framhalds- kjallaragrein, og sami satsur verður nýttur, tá ið bókin R.C. Effersø: „Sjónarleikir“ kemur út í 1901. G.H. stendur her á síðunum 269-278. Triðju ferð finna vit leikin prentaðan í vMinnisútgávuni, 2. bindi, 191812 á s. 101-109. Onkur einstøk rættskrivingarbroyting er gjørd. Fjórðu ferð er leikurin prentaður í 1. bindi av „Føroyskum skaldskapi í úrvali“, 1934 13 s. 34-41. Bera vit saman tekstin, sum hann trínur fram fyrstu ferð, hann er prentaður í 1901, og so tekstin her í „Føroyskum skaldskapi í úrvali I“, 33 ár seinni, so eru 62 rættingar gjørdar. Flestar teirra eru vanligar stavsetingar- rættingar, t.d. anur til anir, morni til morgni og vegri til veðri, men nakrar málsligar rættingar eru gjørdar, og verða tær nevndar her: „Inga liggur í tí einu (koyggjuni)“ til „Inga liggur í aðrari (koyggjuni)“ „mær tyktist“ til „mær tóktist" „bleiv verandi“ til „varð verandi“ „havi sætt“ til „havi sæð“ „Miðanátt“ til „Midnátt“ „so lógliga lít tú á meg“ til „so lovliga lít tú á meg“ „borið teg so at“ til „borið teg soleiðis at“ „Fýra manns“ til „Fýra menn“ „lkki vildi eg voldið“ til „Ikki vildi eg volt“ „spakmæltur til hinar“ til „spakmæltur við hinar“ „Neyðara Inga“ til „Neyðar Inga“ „hjálpifelaginum“ til „hjálparfelaginum“ „so møta vit nokk pápa“ til „so munnu vit fara at møta pápa“ I hesum sama líki er „Gunnar Havreki" so prentaður fimtu ferð í 2. útgávu av minnis- útgávuni „Rasmus Effersøe 1857-1957“ s. 253-259, Edward Mitens gav út í 1957 og sættu ferð í „Føroyskum bókmentum í úrvali 2“ 196414 s. 74-78. IV „Gunnar Havreki" er av sjónleiki at vera ógvuliga stuttur, hóast partarnir eru tríggir í tali. í 1. parti eru vit stødd inni í einari royk- stovu, har vit hitta móður og dóttur, Gunhild og Ingu, sum skifta orð saman. Inga er bang- in, tí maður hennara er útrógvin, og hon grunar, at hann er burturgingin, tí hon hevur droymt hann. I eini langari einrøðu minnist hon á, hvussu hon og Gunnar funnust, tá ið hon kom fram á hann, har hann lá skipbrotin í fjøruni. Mamman uggar hana við, at veðrið er gott, og at Gunnar er skilamaður og hartil góður svimjari. 2. partur er tvíbýttur. f fyrra helmingi eru vit stødd á einum fýramannafari úti á sjón- um. Hetta er bátur Gunnars. Ein av báts- monnunum, Bartal, er drukkin og trívur í eitt táttaørindi. Gunnar hevur at honum. Bartal vil blíðka hann við at bjóða honum
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.