Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 108

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 108
112 GUNNAR HAVREKI OG ÓLI DANSKI sandsynligt kun kunde drive indad fra Nypen til Osdal med det første af Ost- faldet, antages Baaden at være forlist kl. omtrent 4 i Nat“. Tveir aðrir menn verða eisini spurdir, um teir vita nakað um hesa hending at siga. Teir eru Joen Peter Bech og Terkel Joensen úr Trongisvági (sum í frásøgnini frammanund- an verða róptir Rana-menn). Teir greiða frá, at teir farnu nátt millum kl. 1 og 2 „passerede Frodebø Nypen frem og tilbage uden at se noget til den for- ulykkede Baad eller dens Mandskab”. Men politiprotokollin er ikki liðug at greiða frá. Hon sigur, at 12. desember - stívliga tvær vikur aftan á vanlukkuna - eru tveir av manningini á Rana-bátinum, Thor Thor- stensen, 17 ára gamal, og Joen Jacob Joen- sen, 19 ára gamal, bidnir at vitna, hvat teir vita at siga um vanlukkunáttina. Frágreið- ingin sigur, at teir „hver for sig forklarede, at de Natten mellem 24^e 0g 25^e f.M. Klokken mellem 1 og 2 passerede tæt forbi Fro- debø Nypen frem og tilbage. De skul- de til Fiskeri med Joen Peter Beck og Flere, og vare komne hen til Agre- tange, men da de ikke syntes om Vei- ret, og da især en af Mandskabet,.... var meget beruset, vendte de tilbage. De saa ikke noget til den Baad Ole Pedersen Tveraa var med paa Fiskeri. I Nærheden af Nypen var ikke noget Mistænkeligt, og de hørte heller ikke noget til at Mennesker vare i Nær- heden. Tað eru tveir veruleikar í løgreglufrágreið- ingini, sum tykjast undirbyggja munnligu frásøgnina um, at komið var út í orð, at Oli Danski var mistikin fyri sjódregil og fyri- beindur av óvart. Fyrst hetta, at tveir unglingar av Rana- bátinum verða kallaðir inn sum vitni meira enn 14 dagar aftan á vanlukkuna, hóast bátsformaður teirra og ein annar av mann- ingini longu hava vitnað dagin eftir van- lukkuna. Og so hetta, at báðir bert nevna Óla Danska og ongan av hinum fimm monnun- um, tá ið teir verða spurdir, um teir hava sæð nakað til burturgingna bátin. Góðir møguleikar eru fyri, at Rasmus Effersøe visti um hesa hending, tí Suðuroyar sýslumaður, sum skrivaði frágreiðingina, er Gudmund Effersøe20, faðir Rasmusar. VI Av røttum hevur verið sagt, at fyrstu før- oysku sjónleikahøvundarnir aloftast tóku søguligar hendingar til viðgerðar í leikum sínum 21, men her hava vit so eitt dømi um leik, ið byggir á hending, ið liggur samtíðini rættiliga nær. Væl kann tað vera, at eitt endamál Rasmusar við at lata bátin hjá Gunnari Havreka hvølvast av ávum brenni- vínsmanna er at vísa á vandan við ovurnýtslu av rúsdrekka. Júst hetta var ein stórur sam- felagsligur umrøðuspurningur seinastu tjúgu árini av farnu øld, og Rasmus Effersøe var ein tann ídnasti talsmaðurin hjá fráhalds- rørsluni22. Skaldsliga mettir eru hvørki Gunnar Hav- reki ella hinir leikirnir, skrivaðir vórðu fyri sløkum hundrað árum síðani, nøkur stór- verk í føroyskum bókmentum. Men kortini eru teir merkisverdir.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.