Fróðskaparrit - 01.01.1989, Síða 109
GUNNAR HAVREKI OG OLI DANSKI
113
{ Føroya-frágreiðing síni „Indberetninger
indhentede paa en Allernaadigst befalet
Reise i Færøe i Aarene 1781 og 1782“ greiðir
Jens Christian Svabo23 undir yvirskriftini
„Lege og Lystigheder“ frá, at ungfólk í Havn
stutt frammanundan hava spælt tveir Hol-
berg-leikir. Eingin ivast í, at leikirnir vóru
framførdir á donskum máli. Og í grein síni
„Sjónleikur íFøroyum“ í Varðanum 5. bindi,
1925 nevnir Kristin í Geil24 heilar 40 leikir,
ið leiktir eru á donskum í høvuðsstaðnum í
tíðarskeiðnum frá o.u. 1770 til o.u. 1920.
Føroyskt mál hevði ússalig kor longu á
døgum Svabos 25, og allir teir menn, sum í
19. øld fingust við málstarv, fremstir teirra
V.U. Hammershaimb26 og Jakob Jakobsen27,
lótu illa at málstøðuni í Føroyum28.
Eingin kapn tí til fulnar ætla, hvør málslig
stórhending tað í roynd og veru var, tá ið tað
frá 1889 gjørdist árlig afturvendandi hend-
ing, at munnbær samrøða á føroyskum ljóð-
aði av leikpalli, seinni av leikpøllum.
í hesum veruleika liggur tað merkisverd-
asta við „Gunnari Havreka", samtíðarleiki
hansara og teimum upprunaleikum, ið aftan
á teir komu.
Viðmerkingar:
1. Hinir átta standa í lýsingini nevndir sum E.D.
Bærentsen, H.N. Jacobsen, D. Isaksen, S.F.
Samuelsen, Jens Olsen, Just Jacobsen, C.L.
Johannesen, J. Padurson. - Rasmus verður
skrivaður R.C. Effersø.
2. Her verður sæð burtur frá endurstovningar-
royndini av Føringatíðindum í januar og
februar 1906, sum A.C. Evensen o.a. stóðú
fyri.
3. Víst verður til:
Edward Mitens: „Lívssøga Rasmus Effer-
søes“. Inngangur í minnisútgávuni. 1. útg.
1917, 2. útg. 1957.
Rikard Long: „R.C. Effersøe“. Tingakrossur
nr. 30, 1933.
Maria Mikkelsen: „R.C. Effersøe". Jól uttan-
lendis 1944.
Arni Dahl: „Rasmus C. Effersøe". Bók-
mentasøga II, s. 26-29.
4. Hetta havi eg frá Martini Næs, landsbóka-
vørði.
5. í yvirlitinum verður við frámerkinum M +
síðutali víst á, hvar umrøddi tekstur stendur
prentaður í „Rasmus Effersøe. Minnisút-
gáva“, 2. útg. 1957.
6. Cathrine Elisabeth Helene Effersøe, f.
Muller 8/5-1824, d. 12/2-1903.
7. Her er nýtt tann stavseting, sum er í hand-
ritinum.
8. Hin var „Veðurføst“, stundum nevndur
„Veðurfastur“, sjónleikur í trimum pørtum
eftir Sonnu Helenu Patursson (1864-1916).
9. Ulf Zachariassen, bókavørður, vísti mær á
hetta savnið.
10. I summum heimildum um Sigrid Niclasen
verður sagt, at hon er fødd í 1853. Hetta er
skeivt. Kirkjubókin sigur, at hon er fødd 24/
4-1854 og deyð 28/10-1927.
11. „Tingakrossur“ prentar hetta árið, 1901, allar
tríggjar upprunaleikir Rasmusar og týðingina
„Hjá dalabóndum“. Raðfylgjan er henda:
„Hjá dalabóndum“, nr. 1-15, „Magnus“, nr.
16-27, „Best man vera, sum er“, nr. 28-48,
„Gunnar Havreki" nr. 47-50.
12. Josephine og Edward Mortensen (seinni
Mitens) góvu út.
13. H.N. Jacobsens Bókahandils forlag gav út.
H.A. Djurhuus, M.A. Jacobsen og Chr.
Matras løgdu til rættis.
14. Sverri Fon og Sofus Joensen løgdu til rættis.
15. f. í Bergen o.u. 1514, d. 1576, sóknarprestur í