Fróðskaparrit - 01.01.1989, Qupperneq 116
120
FØROYSK KLÆÐIR
Stakkastás umleið 1720
arstás, hevði brúðurin hvítt fyrikiæði við
knipplingum aftan á vígsluna.
H.M. Debes sigur abbadóttur Peter Hel-
lesen Viborg próst, Súsonnu Kristiansdóttur,
húsfrúgv av Oyri, eiga himmalbláan stakk,
stakkastás av reyðargulli og belti við sprota.
Eisini sigur hann stakkanál vera í Stórustovu
í Oyndarfirði. Hon skuldi vera frá tíð Chris-
tians IV, 1577-1648.
Fornminnissavnið eigur tíverri ongan
stakk, men harafturímóti stakkastás, bæði
brosju og belti frá umleið 1720, í útsjónd
samsvarandi stakkastásinum, Lucas Debes
skrivar um í 1673.
Nær farið verður at brúka silki, eri eg ikki
før fyri at siga nakað um. Tað er tað vanlig-
asta í dag. Litirnir eru ymiskir, reyðir, bláir,
grønir og myrkt violettir. Eisini veit eg um
brúður í hvítum silkistakki. Brúður í Kvívík
fyri 50 árum síðan hevði svartan stakk úr
klæði við reyðum brysti og mansjettum,
hvítum blondum um ermarnar og hvítum
dupultkraga við blondu. Stakkastásið var úr
silvuri.
Høvuðbúnin
Lucas Debes sigur gentur ganga hattleysar,
men konurnar hava reyðar, væltøvdar há-
lendskar húgvur, ið bert fjala helvtina av
høvdinum.
J.Chr. Svabo sigur brúður hava krans um
høvdið av blomstrum og bondum, ið varð
kallað válkur, men konurnar hava húgvu.
Jørgen Landt sigur hárið vera flættað í tvær
flættur, lagdar runt um høvdið sum ein
krans, møguliga tað, vit kalla rósinkrans.
Uttaná verður settur válkur, sum er ein púta
ella kransur, prýddur við ymist littum silki-
bondum, deils vovin við silvur- og gulltræðr-
um ella íseymaðum stráperlum. 4 silkibond
1 1/2 alin long verða fest í aftan. Tvey av
teimum verða tikin framum og hanga niður
á bróstið. Um brúðurin er einkja ella hevur
átt barn áður, skal hon hava eina reyða
húgvu undir kransinum.
H.M. Debes skrivar, at til stakkin sum brúð-
arbúna hoyrir krúna úr silkibondum, hetta
er møguliga tað sama sum válkurin. Tá
stakkurin í dag verður brúktur sum brúðar-
búni, hevur brúðurin krúnu ella diadem,
gylt ella úr silvuri samsvarandi stakkastási-
num.