Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 117
FØROYSK KLÆÐIR
121
Guðnv Patursson
Sokkar og skógvar
Lucas Debes skrivar einki um sokkar, nevnir
bert rotuskógvar.
Hvørki Jens Chr. Svabo ella Jørgen Landt
skriva um sokkar ella skógvar í sambandi
við stakkin.
H.M. Debes skrivar, at brúktir verða hvítir
ella reyðir sokkar, men skrivar einki um
skógvar.
í dag verða brúktir nylonsokkar, ið hóska
til litin á stakkinum, somuleiðis svartir ella
brúnligir sokkalitir. I flestum førum eru
skógvarnir teir somu sum til tey føroysku
klæðini, svartir við silvurspenni. í undantøk-
um hava teir sama lit sum stakkurin.
Kvinnubúnin - tann sami sum
í dag við ymsum broytingum
Troyggjan
Lucas Debes sigur kvinnubúnan vera ein-
táttaðan bæði hjá ríkum og fátækum, kjólin
seymaður á sama hátt sum stakkurin, bert
úr grovari tilfari.
J.Chr. Svabo skrivar um búnan í sama líki,
vit kenna hann í dag. J.Chr. Svabo sigur
troyggjuna verða bundna við tveimum ella
trimum litum, fagurrevðum, bláum ella
krapp.
Jørgen Landt sigur troyggjuna vera bundna
við smáum mynstrum, fagurreyða og hvíta
ella fagurreyða og bláa ella myrkabláa,
svarta og ljósabláa. Eisini skrivar hann um
myrkavioletta troyggju. bundna, skorna upp
framman, snørda antin við hektum og mall-
um ella bert við tinmallum.
C.J. Graba sigur troyggjuna vera korkalitta,
bundna, opna framman, knepta við krokum
og lykkjum ella stimaða við stoyptum tin-
ringum.
H.J.J. Sørensen sigur troyggjuna vera myrka,
bundna, skorna upp framman, snørda við