Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 118

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 118
122 FØROYSK KLÆÐIR myrkum lissum, so hon samstundis gjørdi nyttu sum snørilív. Troyggjan hevði stuttar ermar. H.M. Debes skrivar, at somu mynstur verða bundin sum áður, men troyggjan sjálv hevur skift skap, hon verður stimað ov høgt upp. Áður kom stimingin bert upp undir bróstini. Hetta gav kvinnuni eitt nógv vakrari skap. H.M. Debes sigur eisini, at bregdað band í tveimum litum skal vera um, í erva og um ermarnar. Á Fornminnissavninum eru fleiri rættiliga gamlar troyggjur. Tíverri vantar okkum frá- greiðing um tær fyrst innkomnu. Har er ein- litt myrkablá tvíbundin, einlitt reyð við rangbundnum mynstri, tvílitt, reyð við myrkabláum mynstri, trílitt, reyð við myrka- bláum og hvítum mynstri. Tann hvíti tráð- urin er úr bummull. Síðani eru tvær tvílittar, reyðar og svartar, onnur bundin í Havn og hin í Kvívík uml. 1850. Mynstrini í báðum troyggjunum eru at finna í bókini „Føroysk Bindingarmynstur". Báðar troyggjurnar eru eitrandi fínt bundnar. I skapi eru tær líkar troyggjunum nú á døgum, bert minni í stødd. Vanliga troyggjan í dag er tvílitt, antin reyð og myrkablá ella reyð og svørt, ella myrkablá og ljósari blá. Tó havi eg sæð nakrar fáar trílittar, reyða við myrkabláum og hvítum og reyða við myrkabláum og ljós- ari bláum. I skapi eru flestar troyggjur eins og tann myrkavioletta sum Jørgen Landt skrivar um í 1800. Mynstrini eru tey somu, sum eru at finna í bókini „Føroysk Binding- armynstur“. Troyggjurnar eru kantaðar upp framman við bregdaðum bandi ella svørtum floyali. Fyrr var oftast kantað við bummull ella silki. Nú verða bert brúktar silvurmallur, fyrr var tað krókar og lykkjur ella tinmallur. Brystið Lucas Debes og J. Chr. Svabo skriva um bryst í sambandi við stakkin, men ikki troyggjuna. J. Landt nevnir ikki brystið. C.J. Graba sigur troyggjurnar verða kneptar saman við krók- um og lykkjum ella stimaðar við tinringum, so tær eru átøkar brysti. H.J.J. Sørensen sigur troyggjuna vera snørda við lissum, men sigur einki um brystið. H.M. Debes sigur brystini vera væl og fast bundin úr fínum vælnappaðum tógvi - bundin sum eitt hosuleggald - avtikin - síð- ani væl tøvd, litað svørt ella myrkablá, klipt upp, rundað av í erva um leið 1 cm, fóðrað og sett bregdað band runt um. Kona frá Gjógv segði mær, at hon mintist mynsturbundið bryst, reytt og myrkablátt til einlitta troyggju, mynstrið var áttablaða- stjørnan. í dag verður mest brúkt svart floyal ella klæði, ofta fóðrað við reyðum silki. Skjúrtið Lucas Debes sigur einki um skjúrtið. J.Chr. Svabo sigur skjúrtið antin vera einskeftað ella spølut, líkt „hvergarnstoyi“. J. Landt sigur skjúrtini vera brún úr „hvergarnstoyi“, hvítspølut til gerandis og gulspølut til heilig- dags. C.J. Graba sigur einki um skjúrtið. H.J.J. Sørensen sigur skjúrtið vera myrkt ullint við spølum. H. M. Debes sigur skjúrtini hava verið vovin í fimm litum, men altíð myrkablá í botni. Til eldri vóru tey myrkablá og ljósari blá, sum vóru rópt myrk og ljós skjúrt. Eisini vóry tey vovin reyð, blá og hvít - myrkablá, ljósablá og reyð-myrkablá við gulum og grønum spølum og so tey myrka- bláu og reyðu, sum jú eru tey, ið nú mest
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.