Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 121

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 121
FØROYSK KLÆÐIR 125 seymi, svart ullint, broderað við ymist littum ullgarni og mong onnur. Turriklæðini nú á døgum eru bæði marglitt og fjølbroytt, bæði í útsjónd og tilfari, ofta í liti samsvarandi við fyriklæðið. Tað eru blomstrut turriklæði, ullint, ella úr blandað- um tilfari, vovin turriklæði, spølut og teinut, úr ull, silkilíni ella bummull, broderað turri- klæði bæði úr ull, musselini og silki. Frynsað við tilfari samsvarandi turriklæðnum. Myndir frá uml. 1900 vísa, at turriklæðini hava sitið øðrvísi, enn tey gera í dag. Antin vóru tey uttan á stimanum, fest við eini brosju, ella løgd inn um stiman, tó uttan bryst. Myndirnar vísa eisini, hvussu stutt upp troyggjurnar vóru stimaðar. Fyriklæðið J.Chr. Svabo sigur fyriklæðið vera úr blá- spølutum lørifti. J. Landt sigur fyriklæðið vera blápuntut. C.J. Graba sigur viðhvørt, men sjáldan, verða nýtt blápuntut fyriklæði. H.J.J. Sørensen sigur einki um fyriklæðið. H.M. Debes sigur fyriklæðini vera úr ull- musselini, silki ella øðrum tílíkum. Støddin var ein onnur enn nú. Tey vóru eina alin long og rykt framman, til tey máldu eina langasponn undir líningini. Tey nú so nógv nýttu bordafyriklæðini komu í handl- arnar um aldaskiftið og vóru rópt svenskar bordasvintur, serliga væl umtóktar í hoyna, tá dentur var lagdur á at hava so vakrar svintur sum gjørligt. Hesar umtalaðu borda- svintur hava verið sera væl umtóktar til dag- in í dag, ofta vovnar úr fínum ullgarni, silki- líni ella bummull og ull, við marglittum rósugangsbordum. Annars eru fyriklæðini í útsjónd og tilfari samsvarandi áður umrøddu turriklæðum. Fornminnissavnið eigur ymisk gomul fyri- klæði, úr silki. bummull, og nýggjari úr silki- líni og ull. Kýsar J.Chr. Svabo sigur vanligastan vera tvey- ella trístykkiskýsa. J. Landt nevnir bara trí- stykkiskýsan. C.J. Graba sigur konufólkini hava hvít ella marglitt høvuðklæði ella kýsa av kattun. H.J.J. Sørensen skrivar um litta nakkahúgvu, (sum helst er tað sama sum kýsi). H.M. Debes sigur kýsarnar altíð vera myrkar, ymist littar við ymist littum silki- bondum. Yngri fólk brúktu altíð reyð bond og tey eldru blá, tann ið bar sorg, myrkablá. H.M. Debes skrivar eisini um „beskerd“ bond - tey vóru blomstrut og høvdu smá- tungutan kant, og tey vórðu ofta brúkt til strimlakýsan. Strimlakýsin ella trístykkis- kýsin hevði ein 2-3 tummar breiðan pípaðan blondustrimmil, sum var breiðastur framm- an, og sum smalkaðist aftur um oyrini. Runt um kýsan var sett ein gullagraman, sum kallað var gulltægrir. Fornminnissavnið eigur stórt tal av kýs- um, bæði tvey-, trístykkis- og strimlakýsum. Flestir eru úr brokadu ella silki, bæði einlittir og blomstrutir. Nú er vanligast við tvey- stykkiskýsum, oftast myrkir úr brokadu, við ymist littum silkibondum. Um turriklæðið og fyriklæðið eru broderað, samsvarar kýsin oftast við broderí og tilfar. Sokkar J.Chr. Svabo sigur sokkarnar antin vera svartar ella korkaðar, og eru teir tá helst bundnir úr føroyskum tógvi. J. Landt, C.J. Graba og H.J.J. Sørensen nevna bara svartar sokkar. H.M. Debes nevnir bara sokkalit til stakkin.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.