Fróðskaparrit - 01.01.1989, Síða 125
FØROYSK KLÆÐIR
129
H.M. Debes skrivar einki um kotið, hóast
tað í hansara tíð er eitt vanligt plagg.
Kotið verður nú seymað uttan liðargeira,
sneitt inn ímóti miðjuni og út aftur upp undir
hond. Ryggurin er heilskorin. Framman eru
seks knapphol vinstrumegin og fimm svartir
knappar og eitt knapphol ovast undir kraga-
num høgrumegin. Tey ovastu knappholini
eru til stimaknapparnar, ið eru úr silvuri við
ketu ímillum. Lummarnir eru innseymaðir
(paspoleraðir) og venda upp og niður, nakað
inn frá liðarseyminum. Ermarnar eru seym-
aðar sum jakkaermar við yvir- og undirermu,
hjólaðar inn á bulin. Kragin sum hevur egið
navn, kotakragi (kinaflipp), er 4 cm høgur,
er stikkaður 6 ferðir eftir longdini. Væl er
■hjólað niðurúr fyri framman til kragan. Kot-
ið er fóðrað Við svørtum lastingi innan um
bulin og ljósum teinutum skjúrtutoyi innan
um ermarnar. Miðalstórt kot er 78 cm langt
undan kraganum.
At ikki verður seymað við liðargeira,
kemst helst av, at breiðari verður vovið.
Jóhanna M. Skylv Hansen skrivar í bókini
Gamlar gøtur /, at tað ganga 5 alin til eitt
kot, men nevnir ikki breiddina. Flon sigur
kotini verða stúkuskorin og við ongum fóðri
uttan upp undir lummarnar. At kotini eisini
hava verið ymisk til útsjóndar, skilja vit, tá
vit lesa víðari. Ein maður, sum hevði búð
millum vestanmenn og har fingið sær eitt
kot, ið var seymað við teirra sniði (jakka-
skorið), kom til Havnar at ferðast. Hann fer
nú inn til ein gamlan havnarmann, ið hann
var væl kendur við. Hesin gamli hyggur við
og tekur í kotið, har liðargeirin átti at vera,
og sigur: „Puff. kot er kot og jakki er jakki“.
Ein annar maður fór til Hvalbiar at fríggja
og í stúkuskornum koti. Gentan, ið var eitt
dugnafólk. biður hann smoyggja sær úr kot-
inum. Hann so ger, og hon skar kotið um
aftur og seymaði tað væl og virðiliga eftir tí
sniði, tey brúktu har um vegir.
Æra hevur altíð verið sett í at fáa so gott
tilfar sum møguligt til kotið, sjálvt í bóndans
garði var vald besta ull, og ikki altíð fekst
hetta eftur einum ári. Tikið verður til at
nappa so væl sum til kot og at spinna so fínt
sum til kotagarn. Tað hevur ongantíð verið
lætt at fingið fatur á góðum kotavaðmali, og