Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 131
FØROYSK KLÆÐIR
135
agraman um. Alt er stívað av við tættsettum
fiskabeinum til at halda stavnarnar og strút-
in uppi. At benda teir niður til verju ímóti
veðri er ógjørligt, og sum nátthúgva er
stavnhettan illa hugsandi, sjálvt um hon er
gomul og slitin, so hon hevur mist sín „Stil-
ling og Anseelse. Svabo er tann, sum fyrstur
nevnir ta spølutu húgvuna, sum enn er í
brúki“.
Fornminnissavnið eigur bæði reyðar og
bláspølutar húgvur.
Tað vanligasta í dag er reyð- ella bláspølað
húgva, í einstøkum føri stavnhetta og tá í
sambandi við sjóstúku. Flúgvan verður
seymað á sama hátt nú sum fyrr, rykt saman
við 13 rukkum ella føllum. Sjálv havi eg
hildið á húgvum við rukkutali frá 20 niður í
8. Húgvan er fóðrað við svørtum lastingi og
millumfóðrað við stívlørifti. Nútíðarhúgvan
er stívnað í sniði í mun til tær, vit síggja á
gomlum myndum. Hetta kemst av, at húgvan
verður samanløgd og fest, so rukkurnar
koma niður á hálva húgvuna. Húgvan verður
grynri og er mest at rokna sum prýðishúgva
í mun til tær gomlu. Húgvan í dag skal helst
venda beint aftur og fram, men áður vendu
tær líka gjarna tvørturum.
A mynd av bátsmanríing frá uml. 1900
síggja húgvurnar so tilvildarliga út, at mær
renna til hugs orðini hjá Chr. Matras: „...ym-