Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 132

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 132
136 FØROYSK KLÆÐIR isk er gongd og húgvuburður, har tey tyrpast í bólk“. Hosurnar Lucas Debes sigur hosurnar vera gráar ella morreyðar. Chr. Svabo sigur hosurnar vera svartar. J. Landt sigur hosur verða bundnar úr svertaðari ull, vera gráar ella „yssede“ (graalig graasprængt). C.J. Graba sigur hosurnar verða bundnar úr svørtum, gráum og bláum tógvi, sera langar og tjúkkar. H.J.J. Sørensen sigur hosurnar vera bláar, hvítar, ella „isprængt (pletter, stænk af noget)“, møguliga loppumynstur. H.M. Debes sigur frá langabba sínum, at til hægsta stás brúktu menn hvítar hosur, tað næstbesta vóru ljósabláar, tær seyðalittu vórðu bert havdar til gerandisbrúk. Eisini sigur H.M. Debes frá dimmbláum leggaldi við hvítum loppumynstri, hetta skulu hava verið brúðgómshosur í Klaksvík. Mynstur- tráðurin var úr bummull. Nólsoyar Páll letur Jákup á Møn í hvítar hosur av koltursgarni. I Hundatátti verður sagt við bóndan, at hann skal ikki halda seg vera nakað fyri tí, um hann eigur stríputar og morreyðar hosur. Fornminnissavnið eigur hosur, bláar, bundnar eftir tí sokallaða Dalsgarðsmynstr- inum úr Skálavík. Tær hava rangeyga aftan við avtøkum, eru mynsturbundnar við rongum og røttum oman fyri øklaknútin. Mynstrið verður eisini kallað krúnan. Maður úr Hesti sigur seg hava funnið hosu, tá ið hann fór at høgga út í kjallaranum 1951. Hann metti hosuna at vera um 65 ára gamla ella eldri. Hosan var steinamosað, hevði mynsturbundna krúnu áraka økla- knútin. Mynstrið var tað sama sum á teimum fronsku sokkunum, sum tá vórðu bestiltir úr Paris. Hanus bóndi í Saksun, giftur seinnu helvt av 19. øld, var í hvítum bummullarhosum, tá ið hann giftist. Hosurnar í dag eru aloftast bláar ella myrkamorreyðar, í einstøkum føri hvítar; tær verða bundnar slættar við avtøkum og rangeyga aftan, í einstøkum føri við rang- bundnum mynstri oman fyri øklaknútin. I gomlum døgum var litað blátt við indigo. Hetta er litevni, ið ikki upploysist í vatni, men í súrum landi. Seinni kom Kromans liting, ógvuliga nógv brúkt fyri seinasta heimsbardaga. Funningsmaður skuldi siga um elduvíking, ið var komin í kirkju, at Elias var komin til bíggjar í sera vøkrum klæðum, men Kro- mann átti beinini. Hosubondini Lucas Debes sigur einki um hosubondini. J.Chr. Svabo sigur brúkt verða „fine stri- bede Strømpebaand af adskillige Farver, hvis Ender (Skygving) hænge uden for til Stads“. J. Landt sigur tey vera „stribede og tætvirkede“. Ikki er lætt at vita, um „vir- kede“ í hesum føri meinast við vovið ella tað, vit fdag kalla virkað. C.J. Graba sigur leðurreim verða spenta oman fyri knæ til at halda hosunum uppi. H.J.J. Sørensen sigur einki um hosubond. H.M. Debes nevnir tey, men ikki hvussu tey síggja út. Fornminnissavnið eigur ymisk hosubond,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.