Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 133

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 133
FØROYSK KLÆÐIR 137 bæði vovin og virkað. Tey vovnu eru vanliga úr tvisti, ella tvisti við ullintum spølum og teinum, tey virkaðu eru úr ullintum. Munur- in ímillum tey vovnu og tey virkaðu í út- sjónd, umframt tilfarið, er, at á teimum vovnu ganga spølirnar eftir longdini, men á teimum virkaðu ganga spølirnir á skrá inn ímóti miðjuni. Vanligt hevur verið í Føroy- um eins og í Islandi við fótvovnum bondum, tað eru bond vovin við hond og fót, uttan onnur amboð. I útsjónd eru tey eins og tey, ið vovin verða í vevi. Kona, ið vav fótvovin bond, segði mær, at tey vóru spølut, tent og teinað. Sum oftast hava tey vovnu verið hvít við ymist littum spølum og teinum. Hosu- bondini til konufólk vóru tey somu, bert smalri. Hosubondini í dag eru oftast virkað, í einstøkum føri vovin, litirnir eru ymiskir, oftast flagglitirnir. Fótbúnin Lucas Debes nevnir bara húðarskógvar. J.Chr. Svabo og /. Landt siga frá rotu- og húðarskóm. C.J. Graba sigur frá skóm úr gulum barkaðum roði so tunnum, at tærnar kunnu nýtast ógvuliga væl, tá ið klivið verð- ur, har illgongt er. H.J.J. Sørensen sigur frá blonkum leður og rotuskóm. H.M. Debes sigur, at fyrr í tíðuni vóru fáir, ið áttu spenniskógvar. Nólsoyar Páll letur Jákup á Møn hava „spenni á danskar skógvar". Fornminnissavnið eigur tvey pør av spenniskóm, men tey eru ikki gomul. Skómakarar í Føroyum hava sjálvir seym- að spenniskógvar. Jóan Jakku Joensen skó- smiður sendi handseymað skógvapar til verksmiðju í Finnlandi í tríatiárunum; hað- ani fingu teir skógvar til skósøluna, til vetr- arkríggið brast á. Seinni hava tey fingið skógvar úr Onglandi, Danmark og nú úr Noregi. Tólvtáttaband J.Chr. Svabo sigur mannfólkini altíð hava knív í træslíðrum í lummanum. Eingin av áður endurgivnu persónum siga nakað um knív ella bond í sambandi við stásklæði. Lorvíks Páll hevur slíðraband, men er hann tá í vásaklæðum. „Bindur hann um seg slíðraband,/ fast við brøkur svartar,/ stórur knívur við svørtum skafti /við vinstru síðu dartar“. Nú er vanligt við tólvtáttabandi, bæði við og uttan knív. Knívurin er oftast ein prýðis- knívur í útsjónd eins og grindaknívur við innløgdum mynstri, bert minni. Gomul kona segði mær, at fyrr søgdu tey at flætta tólvtáttaband, nú hoyrist ofta, at tey tólvtra eitt tólvtráðaband. I einum tólv- táttabandi eru tólv tættir, hvør tátturin kann hava fleiri træðrir, hetta veldst alt um tógv og tjúkt. Litirnir eru ymiskir, ofta flagglit- irnir. Frynsamuffur ella kubbar Frynsamuffurnar hava helst verið fínari enn kubbarnir; tær vóru fyrst bundnar, síðani broderaðar og frynsaðar frammanum. Kubbarnir vóru bundnir sum vanlig long rond. Frynsamuffur vóru í einstøkum førum brúktar til langt upp í tríatiárini, og kubb- arnir uppaftur longur og tá helst til arbeiðis- ella skipsbrúk. Nær byrjað verður at brúka frynsmuffur ella kubbar, er ilt at siga. Um
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.