Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 137

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 137
Tær elstu myndirnar av føroyskum plantum The oldest known illustrations of Faroese plants Jóhannes Jóhansen í hesi lítlu grein fari eg at vísa og umrøða tær elstu myndirnar, sum mær kunnugt eru til av føroyskum plantum. Tær eru úr danska stór- verkinum Flora Danica, sum kom út 1761- 1883. Úr kongliga danska bókasavninum havi eg fingið til vegar tær upprunaligu lit- myndirnar, sum sýndar eru í hesi grein. Ein- ans seks tær fyrstu tekningarnar verða um- røddar; tær eru útkomnar í 1771,1794, 1810 og síðan tríggjar í 1818. Nógv fleiri myndir av føroyskum plantum eru í hesum bókar- verki, bæði í 1818 og seinni. Fyrst skulu nevnast nøkur onnur náttúru- frøðilig bókarverk, sum eru komin út undan, samstundis við ella stutt eftir, at útgávan av Flora Danica var byrjað. Tey eru: Norriges og omliggende Øers Bescriffuelse eftir Peder D. Claussøn (1632), Museum Wormi- anum (1655), Færoæ & Færoa reserata eftir Lucas Debes (1673), Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782 eftir J.C. Svabo, prentað og útgivið sum bók í 1959 og Forsøg til en Beskrivelse af Færøerne eftir J. Landt (1800). Eisini skal verða nevnt, at til er eitt eldri bókarverk, sum eisini eitur Flora Dan- ica. Tað verkið kom út í 1648 og nevnist tí viðhvørt Flora Danica tann eldra. Tað var læknin og plantufrøðingurin við Keyp- mannahavnar universitet Simon Paulli (1603-80), sum gjørdi hetta bókarverkið. Simon Paullis Flora Danica er vorðin upp- afturprentað í 1971. I ongum av hesum nevndu verkum eru myndir av føroyskum plantum, og eg rokni við, at tær seks myndirnar, ið her eru vístar, eru tær elstu, sum til eru í dag. I 1761 byrjaði útgávan av tí stórfingna verki, sum fekk navnið Flora Danica, og hildið varð fram heilt til 1883, sum longu nevnt. Sostatt vardi útgávuarbeiðið í 122 ár, og tað skal eisini leggjast aftrat, at Flora Danica kom út regluliga alla tíðina. Tað var ein týskur plantufrøðingur, G.C. Oeder (1728-1791), sum tók stig til at gera hetta verkið. Oeder varð føddur í Bayern, hann var sera væl útbúgvin á plantufrøðiliga og læknavísindaliga økinum. Hann kom til Danmarkar og gjørdist professari í Keyp- mannahavn í 1752. Oeder fór við fullum huga undir arbeiðið við Flora Danica. Hann gjørdi m.a. eina stóra ferð til Noregs at savna tilfar. Eisini fekk hann feðgarnar Michael Rossler (1705- 77) og Martin Rossler (1727-82), sum vóru ættaðir úr Nurnberg, at flyta til Danmarkar og tekna og rista plantumyndirnar í kopar. Fróðskaparrit 36.-37. bók (1988-89): 141-157
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.