Fróðskaparrit - 01.01.1989, Síða 144
148
TÆR ELSTU MYNDIRNAR AV FØROYSKUM PLANTUM
Neyðar-nartl
(Anagallis tenella L.)
Næsta føroyska plantan eitur neyðar-nartl á
føroyskum - eitt neyðarsligt navn til so
vakra plantu.
Heftið við hesi myndini kom í 1794, og
nummarið er 1085. Teksturin í Flora Danica
er soleiðis:
TAB. MLXXXV.
Nummularia rubra. Bauh. hist. 3. p. 371.
Iirasekia alpina F. W. Schmidt Neue und selt.
Pflanzen, p. 49. tab. 2. fig. A. & B.
Anagallis tenella: foliis ovatis acutiusculis
caule repente. Lin. S.V. p. 196.
Funden af sal. Hr. Mohr paa Færøe, som
derfra har meddeelt mig Frøe og Planter af
denne Væxt.
Tað merkir: Reyð myntplanta. J. Bauhinus:
Historia plantarum universalis 3, 371. Fjalla
Jirasekia (eftir finnara J. W. Jirasek) F.W.
Schmidt: Neue und seltene Pflanzen, síða
49, talva 2, mynd A og B.
Lítil arvi: við eggvaksnum, heldur spískum
bløðum og krúpandi leggi. C. Linnaeus: Sys-
tema vegetabilium (14. útg. 1784) síða 196.
Utgevari av hesum bindinum er danski
plantufrøðingurin Martin Vahl (1749-1804).
„Salig Hr. Mohr“, sum hevur sent plantu-
tilfar, er Nicolai Mohr (1742-1790). Nicolai
Mohr var náttúru- og málgranskari. Høv-
uðsverk hansara kom at vera í Islandi. Hann
fór hagar í 1780, og úrslitið var bókin „For-
søg til en Islandsk Naturhistorie". Óivað
ætlaði hann eisini at skriva eina bók um Før-
oyar, men hann doyði longu í 1790, 48 ára
gamal. Hann var vinur og starvsfelagi hjá
J.C. Svabo.
Myndin er teknað og rist í kopar av Chris-
tian Friderich Muller (1744-1814), ið var
dani.
Nartl er sjáldsom planta í Føroyum. Út-
breiðsla sæst á kortinum, mynd 2.