Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 4
Tjóðskaparrørsla sum søguligt fyribrigdi
og granskingarevni
Hans Jacob Debes
Alment
I
Ætlanin er í fyrra parti av tveimum at við-
gera evnið tjóðskaparrørslu sum søguligt
fyribrigdi og at taka fram nøkur av teimum
úrslitum, sum granskarar av evninum halda
seg vera komnar til. Tá ið eg sigi halda seg
vera komnar til, liggur í hesum tann óvissa,
sum altíð má vera við einum so lítið ítøki-
ligum, andligum/kenslubornum evni, sum
tjóðskaparrørsla er. Roynast skal at finna
eina lýsing av tjóðskaparrørslu, hvussu hon
kemur til sjóndar, og hvussu langt hon gong-
ur aftur í tíðina, hvørjar fyritreytir hon hevur
ella má hava, hvørjir partar av einum fólki
møguliga gerast tjóðskaparsinnaðir - alt út
frá teimum ógvuliga ymisku rannsóknarúr-
slitum, sum javnan verða løgd fram á ráð-
stevnum og í ritgerðum. í seinna parti skal
leitast eftir upprunanum at og menningini
av teirri føroysku tjóðskaparrørsluni, og
roynt skal verða at seta hana inn í størri
alheimligt samband við atliti at ástøðiligum
metingum og niðurstøðum um evnið.
Sjálvandi veit eg væl, at tá ið slík evni
verða viðgjørd í samfeløgum, sum meta seg
sum tjóðir, men ikki hava fult tjóðskaparligt
sjálvræði, kann vera ilt at standa stinnur á
teirri hvøssu egg, sum vera kann millum tað
vísindaliga/søguliga og tað politiska. Eingin
grund man vera at halda teirri ávaringini
aftur. Vert kann vera at hava í huga orðini
hjá einum tí fyrsta søgumanninum, sum fór
undir at granska tjóðskaparrørslu (national-
ismu), amerikanaranum CarltonJ.H. Hayes,
tá ið hann í Essays on Nationalism (1925)
skrivar, at tjóðskaparrørsla er so ring at við-
gera søguliga og heimspekiliga, at hon kann
vera beinleiðis vandamikil hjá søgumanni-
num, serliga í heimlandi hansara. So eisini
tann vandin má takast við.
II
Byrjast kann við at siga, at tann politiska
grundeindin í heiminum í dag er eitt ríki,
sum er ein politisk skipan. Hvørt ríki umfat-
ar ríkisborgarar og eitt landøki (territorum).
Innan landamark ríkisins hevur ríkið, t.e.
ríkisins myndugleikar, alt vald. Fólkið -
tjóðin - verður hildið saman av myndugleika
ríkisins og valdi, men eisini av felags virðis-
uppfatanum og ímyndum. A hin bógvin
hvflir so myndugleiki ríkisins á rættinum til
Fróðskaparrit 36.-37. bók (1988-89): 8-27