Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 4

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 4
Tjóðskaparrørsla sum søguligt fyribrigdi og granskingarevni Hans Jacob Debes Alment I Ætlanin er í fyrra parti av tveimum at við- gera evnið tjóðskaparrørslu sum søguligt fyribrigdi og at taka fram nøkur av teimum úrslitum, sum granskarar av evninum halda seg vera komnar til. Tá ið eg sigi halda seg vera komnar til, liggur í hesum tann óvissa, sum altíð má vera við einum so lítið ítøki- ligum, andligum/kenslubornum evni, sum tjóðskaparrørsla er. Roynast skal at finna eina lýsing av tjóðskaparrørslu, hvussu hon kemur til sjóndar, og hvussu langt hon gong- ur aftur í tíðina, hvørjar fyritreytir hon hevur ella má hava, hvørjir partar av einum fólki møguliga gerast tjóðskaparsinnaðir - alt út frá teimum ógvuliga ymisku rannsóknarúr- slitum, sum javnan verða løgd fram á ráð- stevnum og í ritgerðum. í seinna parti skal leitast eftir upprunanum at og menningini av teirri føroysku tjóðskaparrørsluni, og roynt skal verða at seta hana inn í størri alheimligt samband við atliti at ástøðiligum metingum og niðurstøðum um evnið. Sjálvandi veit eg væl, at tá ið slík evni verða viðgjørd í samfeløgum, sum meta seg sum tjóðir, men ikki hava fult tjóðskaparligt sjálvræði, kann vera ilt at standa stinnur á teirri hvøssu egg, sum vera kann millum tað vísindaliga/søguliga og tað politiska. Eingin grund man vera at halda teirri ávaringini aftur. Vert kann vera at hava í huga orðini hjá einum tí fyrsta søgumanninum, sum fór undir at granska tjóðskaparrørslu (national- ismu), amerikanaranum CarltonJ.H. Hayes, tá ið hann í Essays on Nationalism (1925) skrivar, at tjóðskaparrørsla er so ring at við- gera søguliga og heimspekiliga, at hon kann vera beinleiðis vandamikil hjá søgumanni- num, serliga í heimlandi hansara. So eisini tann vandin má takast við. II Byrjast kann við at siga, at tann politiska grundeindin í heiminum í dag er eitt ríki, sum er ein politisk skipan. Hvørt ríki umfat- ar ríkisborgarar og eitt landøki (territorum). Innan landamark ríkisins hevur ríkið, t.e. ríkisins myndugleikar, alt vald. Fólkið - tjóðin - verður hildið saman av myndugleika ríkisins og valdi, men eisini av felags virðis- uppfatanum og ímyndum. A hin bógvin hvflir so myndugleiki ríkisins á rættinum til Fróðskaparrit 36.-37. bók (1988-89): 8-27
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.