Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 8

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 8
12 TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI samfelag altíð er „illitterert“, og eg haldi heldur ikki, at tjóðskaparkensla og -rørsla altíð eru aftursvar til búskaparligar og har- við sosialar broytingar, hóast hesin møgu- leiki í grundini hóskar betur til ta føroysku gongdina enn ta íslendsku, har als einki samband er at finna. Og eftir hesum áttu t.d. - ella ikki minst - orknoyingar og hetlend- ingar at hava fingið eina tjóðskaparrørslu - men hon kom ikki! Ikki fyrr enn á okkara døgum kom fram har ein rørsla, sum teir ikki sjálvir rokna sum tjóðskaparrørslu, men sum eina rørslu fyri at menna hesi samfeløg sum serligar landspartar, regions, av Stóra- bretlandi, regionalisma. Sostatt verður nið- urstøðan hjá Gellner, ið hvussu er, ikki ein almennur sannleiki, heldur ikki í hansara egna ríki. Nær skyldur við Gellner er írski-enski granskarin Benedict Anderson, sum tó stenđur marxismuni nógv nærri. Men eisini hann fatar tjóðskaparrørslu sum nakað óektað og „uppfunnið“. I verkinum Imag- ined Communities (1986) viðger hann spurningin um fyritreytir og framkomu. Sum tað skilst av heitinum, eru tjóðir ikki náttúr- lig úrslit av søgu og mentan og felags siða- arvi, men bert samfeløg, ið fólk halda seg vera. Tí eru tjóðir „imagined“ og læran aftanfyri, nationalisman, søguliga og heim- spekiliga følsk fyribrigdi. Fólk eru ikki tjóðir, men verða tjóðir, uttan at vita, at tær eru uppfunnar, gjørdar, skapaðar á følskum grundarlag. Benedict Anderson leggur stóran, kanska størstan, dent á framkomuna og útbreiðsl- una av prentlistini, sum gjørdist altjóða stór- ídnaður eftir teim nýggju kapitalistisku regl- unum um vinning. Skjótt var at stilla tørvin á gudfrøðiligum ella kristiligum bókment- um, tí tað vóru so fá, sum kundu nýta tær til nakað, og hartil vóru tær á latínskum máli, sum bert ein evarska lítil minniluti allastaðni dugdi. Men við siðaskiftinum gjørdust tey ymsu „gerandismálini“ ikki bert kirkjumál yvir- høvur; tey fingu eisini veraldliga eina heilt aðra støðu enn fyrr, bæði sum umsitingarmál og bókmentamál. Soleiðis varð til ein heilt nýggjur marknaður hjá tí kapitalistiska prentídnaðinum. Bøkur breiddust út í hvønn krók, og við teimum komu heilt nýggir sam- skiftis- og sambindingarmøguleikar. Tað nýggja skriftmálið var sjáldan fólksins dag- liga „móðurmál“, men ein óektað skapan ella ein felagsnevnari, sum í grundini ikki var málið hjá nøkrum. Soleiðis verður sam- bært Benedict Anderson eisini hugsanin um felags mál sum ein av høvuðstreytunum fyri tjóðskaparrørslu ósonn ella misskilt. Her kann longu nú vera áhugavert at um- hugsa henda almenna „sannleika“ í tí før- oyska døminum. V Hetta má vera leiðin yvir í spurningin um, hvussu djúpar røtur tjóðskaparligar kenslur hava aftur í søguna. Hans Kohn heldur seg kunna finna tær bæði í miðøld og fornøld, hóast innihald og eginleikar ikki kunnu vera lík. Týski søgumaðurin og sosiologurin Max Weber heldur hetta fyribrigdið koma fram í 16. øld við tí økta handlinum - serliga hjá- landahandlinum eftir tær stóru landfinning- arnar - teimum vaksandi býunum og fram- komuni har av eini múgvandi og ráðaríkari borgarastætt. I tí slóðbrótandi verkinum Der protestantische Ethik und der Geist des Kapitalismus (1904) viðger hann ta nýggju
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.