Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 11

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 11
TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI 15 arrørslu. Nítjanda øld er tjóðskaparøldin í europeiskari søgu. Ivi kann vera um, hvørt tað hvørja ferð er á einum ávísum stigi í søguni, at tjóðskap- arkensla og -rørsla kemur fram. Tað er altíð sera ringt og óvist at seta fastar reglur fyri andligum rørslum. Eingin ivi kann vera um, at samfelagsligar broytingar heima, sum aftur bera mentanarligar broytingar við sær, kunnu fáa tjóðskaparlig aftursvar. Tó er als ikki vist, at hetta altíð er so. Eins óvist tykist at vera, at tjóðskapar- rørsla í náttúru síni er eitt borgaraligt fyri- brigdi. Tað er greitt, at nógv dømi eru um, at so er. Men búskaparliga í lítið framkomnum londum er borgarastættin oftast so fáment, at hon ikki kann bera uppi eina rørslu, hóast ein fáment stætt sjálvsagt kann hava størri ávirkan, enn talið skuldi bent á. Tað kann eisini vera - og hevur í mongum førum verið so - at samfelagsliga lægri/fátækari stættir taka við mentanarformum, sum hava sín uppruna í borgarstættini/miðalstættini. Men, ið hvussu er, hevur útbreiðslan av tjóðskaparrørsluni sum eina av fyritreytun- um, at boðberarnir - teir politisku trúboðar- arnir - kunnu koma út til fólk og á tal við fólk - eisini á víðum landaøkjum. Ikki bert hesin landafrøðiligi mobilitetur, men eisini ein sosialur mobilitetur má vera: munurin stættanna millum má ikki vera størri enn so, enn at til ber at tala saman. Tað er serliga hin amerikanski granskarin Karl Deutsch, sum í kenda verki sínum Nationalism and Social Communication leggur dent á kommunikatiónsfaktorin, og eftir hann flestir granskarar, ikki minst Gellner og Anderson, sum nevnt frammanfyri. At hann hevur týdning, kann eingin ivi vera um - heldur ikki í tí føroyska døminum. VII Ein annar spurningur, sum nemast skal við heilt stutt, er spurningurin um stigini í nationalismuni, í tjóðskaparrørsluni. Hon byrjar sum kensla av virðum og eyðkennum, sum verða hildin verd at virka fyri, at berjast fyri, ja, í óteljandi førum eisini at doyggja fyri. Hin finnlendski granskarin Aira Kemilai- nen skrivar í grein nevndari The Idea of Nationalism í Scandinavian Journal of His- tory, at alt tjóðskaparrørslusamanhangið kann býtast sundur í tveir partar ella tvey stig, ið eru: tann tjóðskaparliga hugsjónin, the national idea, sum er ásannan av tjóð- skapinum og virksemi fyri at menna hann, og tjóðskapargrundreglan, the national principle, sum er tann skilvísi endin á tjóð- skaparstríðnum við stovnseting av sjálvstøð- ugum ríki. Hon hevur skrivað fleiri verk og ritgerðir um evnið. Enski vísindamaðurin í politiskari frøði K.R. Minogue' kemur í verkinum Natio- nalism fram til trý stig. Tað fyrsta er vakn- ingin av tjóðskaparligari tilvitan í einum fólki; annað stigið er stríðið fyri sjálvstýri, og tað triðja stovnsetingin av einum ríki og menningin av tí. Ein annar kendur granskari av evninum er hin tjekkiski søgufrøðingurin Miroslav Hroch, sum hevur skrivað eitt drúgt verk um nationalismu og sjálvstýrispolitikk í smáum tjóðum, nevnt Die Vorkampfer der nationalen Bewegung bei den kleinen Vol- kern Europas (1968). Eisini hann býtir rørsluna sundur í trý, men eitt sindur øðrvísi enn Minogue: A-stigið er eyðkent av and- ligum og mentanarligum virksemi, B-stigið av politiskari agitatión og C-stigið av tí endaliga stríðinum fyri sjálvræði. Enda-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.