Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 12

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 12
16 TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI markið hjá Hroch verður soleiðis ikki tað sama sum hjá Minogue. Stóru gransking sína hevur Hroch tikið saman í verkinum Social Preconditions of National Revival in Europa (1985). At enda í hesum parti skulu sigast nøkur heilt fá orð um tað siðaliga, moralska, inni- haldið í tjóðskaparrørsluni, og hvat menn hava hildið um tað. Tað hevur sjálvsagt ong- an søguligan týdning. Frá einum marxistisk- um sjónarmiði hevur hon verið hildin at vera eitt óheppið ella beinleiðis skaðiligt fyri- brigdi, tí hon er ímóti internationalismuni, sum skal vera tað grundarlag, heimssosial- isman skal virka á. Amerikanskir søgumenn sum Kohn og Deutsch kunnu sigast at ivast stórliga í tí gagni, hon ger og hevur gjørt. Onglendingar sum Gellner, Anderson, Ke- dourie og Minogue eru mest sum fordøm- Føroyar sum dømi IX I fyrra parti vórðu nevndir og viðgjørdir nakrir spurningar í sambandi við tjóðskap- arrørslu sum søguligt fyribrigdi og sum granskingarevni. Greitt varð frá nøkrum sjónarmiðum í altjóða bókmentum um evnið. T.d. varð roynt at finna eina allýsing (definitión) av, hvat ið tjóðskaparkensla og tjóðskaparrørsla í veruleikanum er, hvørjar fyritreytir hon má hava, hvussu og nær hon kemur fram, hvussu gongdin vanliga er í stigum, og hvørjar politiskar avleiðingar hon vanliga fær. I hesum parti skal við atliti at summum av tí, ið sagt varð í tí fyrra, takast fram at andi. Niðurstøðan hjá Minogue er eyðkend angulsaksisk, tá ið hann skrivar: „The good it does could all be done in other ways; but equally, it has contributed little more than a new vocabulary to the history of political evil.“ Hetta er so ikki ein søgulig, men ein moralsk niðurstøða, og hann viðgongur samstundis, at í tjóðskaparrørsluni er rúmd bæði fyri „the Sleeping Beauty and the Frankenstein’s monster view of national- ism.“ Hetta má vera á góðari leið. Tjóðskapar- rørslan má ásannast sum ein andlig megi, ið, sum so mong onnur megi, kann nýtast til so ymisk endamál. Tað hevði, ið hvussu er hjá okkum, verið løgið at sett Grundtvig og Rasmus Effersøe á sama bás sum Hitler og Mussolini - og tað hevði neyvan verið rætt- víst! viðgera tað føroyska dømið, og roynt skal verða at fylgja tí fram til eina óvissa og var- isliga meting um tjóðskaparligu støðu før- oyinga eftir 1948. Enski søgufrøðingurin John F. West hevur í fyrstu bók síni um Føroyar sagt Føroyar vera „a sociological laboratory“, har sam- felagslig og søgulig fyribrigdi lættari skuldu verið at sæð og skilt enn í størri og meira samansettum samfeløgum. Eftir er at vita, um hetta er so. Men, ið hvussu er, hevur tjóðskaparkenslan í eini hundrað ár verið ein megi í tí føroyska samfelagnum - og á mangan hátt tann ásur, sum politiskt kjak í Føroyum hevur snúð seg um. Roynt skal verða at finna fyritreytir før- oyinga fyri at gerast ein tjóð - soleiðis sum
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.