Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 15

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 15
TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI 19 ini gongđin í Noregi - men ikki í íslandi, sum varðveitti skriftmálið. Danskt gjørdist málið hjá kirkjuni, handl- inum og rættinum - ella undir einum hjá andligum og veraldligum myndugleikum. Kortini er tað merkiligt, at eingir partar av tí føroyska fólkinum gjørdust dansktal- andi. Orsøkin kann einans vera tað hvassa „arbeiðsbýtið“ millum føroyskt og danskt. Men føroyskt var ikki bert fólksins mál í arbeiðslívinum í bø og haga, í bjørgunum og á sjónum. Tað bar eisini uppi eina gamla mentan, sum var andslívið hjá tí føroyska bónda- og almúgufólkinum. Innsavningin av hesari traditión var seinni eitt av høvuðs- eyðkennunum, sum vuksu burtur úr tí vakn- andi tjóðskaparliga tilvitinum seinni. XIII I kjakinum um fyritreytirnar fyri framkom- uni av einari tjóðskaparligari kenslu og rørslu í einum etniskum bólki hevur dentur verið lagdur á (sum nevnt í fyrra parti) upp- lýsingarstigið hjá viðkomandi bólki. I tí før- oyska døminum er neyvan nakar ivi um sannleikan í hesari meting. Tað skilst heilt greitt av keldunum, at í Føroyum var ein long traditión fyri upplýsing og áhuga fyri lærdómi. I miðjuni í hesari mentan stóð Latínskúlin í Tórshavn, sum fyrstu ferð er nevndur í 1547. Við henda stovn, sum tók ímóti og bar áfram tíðarrørslur og andligar streymar uttaneftir, fingu teir føroysku embætismenninir grundútbúgving sína. Aðrir, sum ikki hildu fram við útbúgvingini, bóru kunnleika til lesing og skriving til bygdirnar - so nógv, at rektarin og prósturin Lucas Debes í bók síni frá 1673 skrivar, at „den største part av mandfolket i landet kan læse udi bøger“. Hin kendi norski human- isturin Absalon Pederssøn Beyer skrivar í 1567 soleiðis um føroyingar: „Det folk, som bor pá landet (t.e. í Føroyum) er et stilt og sagtmodigt folk, mildt og venligt og godt til omgængelse". Og í dagbók sínari greiðir hann frá, hvussu virdir og umhildnir føroyingar vóru í Noregi. Um 1614 skrivar Peder Claussøn Friis: „Der bor rige folk i Færøerne og forstandige og skikkelige folk, og de som hid kommet (t.e. til Noregs) i deres ungdoms tid, de bliver ofteste besyn- derligste mænd og kvinder, og er altid mere agtede end ørkenøerske og hjalder". I bók frá 1651 skrivar Jens Lauritzsøn Wolff, at dreingir og gentur úr Føroyum, sum komin eru til Keypmannahavnar, eru vorðin „for- nemste agtede og anseende folk og bestillin- ger betroet at forestá“. Bæði Tarnovius (1669) og Svabo (1781) rósa føroyingum fyri góðan kunnleika til lógina, og báðumegin ár 1800 undraðust fremmandamenn í Føroyum (Stanley, Ma- kenzie, Graba) á tað høga mentanarstigið hjá føroyingum. 11844 segði ein fyrrverandi danskur embætismaður í Føroyum á stætta- tinginum í Roskilde, Niels Hunderup, at hin føroyska almúgan „i ándelig henseende" stóð hægri enn tann danska. Tað, at Latínskúlin ikki var til í 1794, var eitt álvarsamt afturstig fyri møguleikarnar hjá føroyingum at fáa hægri útbúgving og harvið føroyskar embætismenn. Tað embæt- isveldi, sum stovnað varð stutt eftir (eftir at løgtingið varð niðurlagt í 1816), gjørdist full- komiliga danskt og mátti í grundini fáa eitt aftursvar, sum bert kundi vera tjóðskapar- ligt, ið hvussu er sum frá leið. Útbúgving við Latínskúlan var fyritreytin fyri tí upplýsta umhvørvi - fyri teirri „há- mentan“, fyri at nýta orðið hjá Ernest Gell- ner - sum vaks fram í høvuðsstaðnum eftir um leið 1800 og fyri tí vaknandi og vaksandi
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.