Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 16

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 16
20 TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI áhuga fyri føroyskari mentan og føroyskum máli, sum eyðkennir hetta umhvørvi. Eingin ivi kann vera um, at tjóðskaparrørslan seinni hevði røtur aftur til hetta samfelag av upp- lýstum monnum. (Bert at nevna nakrar: Jens Chr. Svabo, Jens Davidson, Johan Hendrik Schrøter, Jákup Nolsøe, Jón Guðmundsson Effersøe, H.C. Miiller). Hetta umhvørvi var bæði føroyskt og kosmopolitiskt í senn - við nógvum sambandi úteftir. Lívsverkið hjá Svabo skal ikki viðgerast her. Tó má bera til at halda, at aftur til hansara gongur byrjanin fyri uppskriving av føroyskari traditión og føroyskum máli. Hann mundi vera íbirtarin av tí áhuga, sum árini eftir 1800 kom til sjóndar í fleiri verk- um á føroyskum - t.e. í teirri stavseting, Svabo sjálvur hevði evnað til eftir fram- burðinum. Tað var byrjanin til føroyskt skriftmál. Stóran týdning hevði her eisini hitt danska „01dskriftsselskab“, sum helt føroy- ingum til. Ikki minst er tann nógva kvæðauppskriv- ingin og endurføðingin av kvæðayrkingini tekin um vaksandi áhuga fyri tí serføroyska - t.e. fyri føroyskum tjóðskapi. í teimum nýggju kvæðunum hoyrast ofta tjóðskapar- ligir streingir, sum aftur boða frá, at nýggjar kenslur eru farnar at kvaklast. Sum ein heilt nýggjur „kategoriskur imperativur" ljóðar krav frá einum føroyskum studenti um, at allir landsmenn hansara, sum eiga „hjarta í lívinum“, eiga at læra seg at skriva føroyskt. XIY Hetta er tó lættari sagt enn gjørt, so leingi einki regluskipað føroyskt skriftmál var, og so leingi føroyskt ikki var til sum mállæru- skipan. Tann týdningur, tað mentanarliga umhvørvið í Havn hevði, kemur aftur til sjóndar í tí veruleika, at haðan kom skaparin av skriftmálinum, V.U. Hammershaimb. Aftur at hesari bakgrund kom kennskapur og vinskapur við danskar og íslendskar tjóð- skaparligar mentamenn óg tíðarandin sum heild. Við hansara stavseting fekk alt starv við føroyskum máli eitt heilt nýtt grundarlag og nýggjar møguleikar. Og tá ið tað serliga var ansurin fyri móðurmálinum, sum bant teir tjóðskaparligu føroyingarnar saman, kann verk hansara í hesum sambandi illa metast ov høgt. Tað var tó serliga í sambandi við roynd- irnar at stovna danskar skúlar í Føroyum, at Hammershaimb var komin alment fram. At sjálvt grundarlagið var ónýtiligt, gjørdi allar tær stóru upplýsingarætlanir, sum annars lógu í uppskotinum og lógini frá 1845 („Pro- visorisk Reglement“), til einkis. Fyri upp- lýsingina í Føroyum var tað stórur skaði. Tá ið skúlarnir vórðu niðurlagdir aftur í 1854, vórðu krøvini til upplýsing minkað til „tilstrækkelig færdighed i læsning, samt for- nøden religionskundskab". Eftir 1872-lógini vórðu tey aftur minkað til „den nødvendige undervisning", meðan bíðað varð eftir kongligari fyriskipan, sum ikki kom fyrr enn í 1912. Soleiðis bendir alt á, at tað almenna før- oyska upplýsingarstigið lækkaði í seinnu helvt av 19. øld. Men samstundis vórðu stovnaðir meira krevjandi útbúgvingar- møguleikar: Realskúlin í Havn (1861) var hjá nógvum gávuríkum dreingjum byrjanin til eina hægri útbúgving uttanlands. Henda møguleika høvdu bert heilt fáir føroyingar havt, síðan Latínskúlin varð niðurlagdur. Frá 1870 vórðu útbúnir lærarar við Færøernes Seminarium. Til ber at siga, at frá hesum báðum stovnum komu undangongumenn- inir í tjóðskaparrørsluni. Frá hesum donsku
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.