Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 17

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 17
TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI 21 skúlum - undirvísingarmálið var danskt, og føroyskt var ikki til sum lærugrein - kom tann tjóðskaparliga vekingin meira sum eitt móttiltak enn sum ein eggjan. Eggjanin kom meira frá donskum háskúlahugsanum, sum í 1899 tóku hold í Føroya Fólkaháskúla. XV Nú skal fyribils vendast eitt sindur aftur í tíðina. Ffendingarnar í 1814, tá ið Noreg fór frá Danmark undir Svøríkis kong, tykjast ikki hava vakt nakran sum helst ans í Føroy- um. Hetta man koma av, at um tað mundið hevði leingi einki samband verið við Noreg. Størri týdning fekk avtøka løgtingsins og stovnsetingin av fullkomnum donskum em- bætismannaveldi í Føroyum. Landið var nú eitt danskt amt - stýrt av nøkrum fáum donskum embætismonnum: amtmanni, prósti, fúta og sorinskrivara. Markið millum danskar „autoritetir“ og tað føroyska fólkið var vorðið sjónskari enn fyrr. Skipanin av politiskum stovnum í Dan- mark frá 1830-árunum mátti bera í sær eina danska støðu til teir etnisku minnilutarnar í ríkinum. Tá ið stættatingini vórðu stovnað, var eingin ivi um, at íslendingar og føroy- ingar vóru ikki danir. Islendingum eydnaðist at fáa altingið endurreist - nú sum ráðgevandi stættating fyri Island - í 1843, men ikki varð gjørt eftir føroyskum umsóknum um ein stovn „lig det gamle lagting". Tað eydnaðist eisini íslend- ingum at verða hildnir uttan fyri grundlóg- ina, men hon varð (í 1850) sett í gildi fyri Føroyar, sum harvið gjørdust ein partur av teirri donsku politisku skipanini - við tí end- urreista iøgtinginum (1852) sum ráðgevandi amtsráði. Kortini mátti luttøka í politiskum lívi - í løgtingsvalum og ríkisdagsvalum - skapa nýggjar samskiftismøguleikar - og ið hvussu er tey fyrstu árini, meðan Niels Winther var hin fremsti føroyski politikarin, tykist før- oyskur politikkur at hava staðið millum før- oyskt og danskt. Niels Winther var fyrst og fremst demo- kratur - og í stríði við tær politisku leivdirnar frá einaveldinum. Men í sínari „Færøernes Oldtidshistorie11 (1857-75) avdúkar hann - sum annars helst ongantíð í politiska virk- semi sínum setti fram tjóðskaparlig krøv, t.d. um móðurmálsins rætt - at aftanfyri lógu eisini tjóðskaparligar kenslur. I innganginum til verkið sigur hann, at ætlanin við tí er, gjøgnum útbreiðslu av kunnleika til hendingar í fortíðini, at vekja „en national bevidsthed“ millum føroyingar, tí bert harvið verða teir førir fyri at „bryde det ág, hvorunder de kun alt for længe havde sukket.“ XVI Sum nevnt í fyrra parti hevur framkoman av føroyskari tjóðskaparkenslu og -rørslu í ein- um útlagnum føroyskum bólki (diaspora- bólki) í Keypmannahavn somu fyritreytir og umstøður sum framkoman av nationalism- uni hjá so nógvum tjóðum. Fremmanda- kenslan („Fremdheitserlebnis“) hjá før- oyskum studentum í Keypmannahavn er at finna bæði í 17. og 18. øld (t.d. Tarnovius og Svabo). í 1870-árunum vóru tó aðrar fyri- treytir: tann andliga bakgrundin í Føroyum, tað nýggja føroyska samfelagið, luttøka í politiskum lívi, ávirkan av íslendskari, danskari og norskari nationalismu, grundt- vigianismu, skandinavismu og alment- europeiskum seinromantikki; seinni er eisini at finna ávirkan frá europeiskari radikal- ismu. Tær føroysku samkomurnar, sum nú byrjaðu (tann fyrsta í 1876), og sum vórðu
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.