Fróðskaparrit - 01.01.1989, Síða 18

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Síða 18
22 TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI skipaðar í „Føringafelag“ í 1881, eru prógv um ein kensluligan felagsskap, ið bygdi á felags mentanararv. Framkoman av tjóðskaparkensluni í Før- oyum seinast í 1880-árunum - sum breyt seg fram á „jólafundinum“ í 1888 og varð skipað í einum „føroyskum“ Føringafelag í januar árið eftir - var ikki bert ein ávirkan, men eisini eitt prógv um, at rørslan hevði gróðr- arlíkindi í tí føroyska samfelagnum, sum tær stóru broytingarnar máttu gera opið fyri nýggjum hugsanum. Tær búsetingarligu eindirnar - bygdirnar - vóru minni avbyrgd- ar enn fyrr. Fríhandil og fiskiskapur høvdu bundið samfelagið meira saman, og sam- band millum fólk mátti vera nógv størri enn fyrr. Sum fyritreyt fyri tjóðskaparrørsluni er neyðugt - í semju við Karl Deutsch - at taka kommunikatiónsfaktorin við; til hansara hoyrir eisini útgávan av „Dimmalætting“, sum gjørdi tað møguligt at breiða tær nýggju hugsanirnar út. Sambært Hans Kohn var tíðin komin til skifti frá lokalpatriotismu til nationalismu (tjóðskaparrørslu). XVII Á jólafundinum í 1888 kom fram alt tað, sum leingi hevði kvaklast, bæði burtur og heima, og við „Føringafelag“ í Føroyum og blaðnum „Føringatíðindum“ varð farið til verka fyri greiðum hugsjónum: Fyrst og fremst at veita móðurmálinum betri sømdir í tí føroyska samfelagnum. Hóast alt klandur og alla ósemju, og hóast eingi formlig rætt- indi vóru vunnin, varð í 1900 hildið, at móð- urmálið var bjargað undan teirri týning, sum mangur hevði stúrt fyri í 1870- og 80-árun- um. Rørslan var farin sundur í tveir polit- iskar partar. Tað er vert at geva gætur, at bæði teir leiðandi sjálvstýrismenninir og sambandsmenninir komu úr tjóðskapar- rørsluni. Tann politiski munurin lá í, hvørjar avleiðingar hon skuldi fáa fyri viðurskifti millum Danmarkar og Føroya. I søguligum samanhangi ber til at siga, at sambands- menninir stúrdu fyri teimum politisku og fíggjarligu avleiðingunum av einari rørslu, sum teir hildu í longdini fór at gera bondini landanna millum leysari, men eisini fyri andligari avbyrging, um nýtslan av donskum máli skuldi minkast í mun til føroyskt. Teir vóru til reiðar at ofra nakað av tí tjóðskap- arliga fyri at tryggja eina politiska og fíggj- arliga skipan. Men teir kendu seg ikki fyri tað sum danir tjóðskaparliga. Sjálvstýrismenninir hildu tað vera náttúr- ligt, at tað tjóðskaparliga stríð, sum nú ikki longur bert hevði eitt mentanarligt innihald, mátti gerast eitt politiskt stríð. Við bókini hjá Jóannesi Paturssyni „Færøsk Politik“ hevði sjálvstýrisrørslan fingið sína skrá, og tá ið Sambandsflokkurin varð stovnaður í 1906, vóru tveir sjónskir partar í føroyskum politikki. Støðan til „tilboðið“ hevði sett markið. Tey nógvu árini eftir stóð tað politiska stríðið í Føroyum millum tey sjónarmið, sum tað kom til skarpskeringar um í 1906. Nakað nýtt hendir ikki fyrr enn við framkomuni av nýggjum politiskum flokkum - Javnaðar- flokkinum í 1925 (umboð á tingi 1928, stórur flokkur í 1936) og Vinnuflokkinum í 1932. Tað sæst av tølunum, at hóast flestir leiðarar Javnaðarfloksins komu úr Sjálvstýrisflokki- num, so tók flokkurin fyrst og fremst at- kvøður frá Sambandsflokkinum. Osemjan í Sjálvstýrisflokkinum í 1930-árunum elvdi til stovnanina av Fólkaflokkinum í 1940. Har- við vóru tey gomlu stirðnaðu hermótini í føroyskum politikki ikki so føst longur.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.