Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 26

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 26
30 AT FINNA ELLA UPPFINNA TAÐ FØROYSKA Rasmussen.14 Fyritreytin fyri øllum var kortini tjóðskaparkenslan sum so við og við varð til eina tjóðskaparrørslu, sum Hans Jacob Debes hevur lýst, fram til hon verður politisk í 1906.15 Gongdin í Føroyum, nú tann gamla ment- anin tóktist at fara at hvørva, líktist gongdini aðrastaðini.16 Rættiliga skjótt varð eisini í Føroyum hugsað um eina føroyska forn- gripagoymslu. Forngripagoymslan, ið varð stovnað í 1898, skuldi fáa týdning sum eitt siðsøguligt minni hjá Føroya fólki. Gripirnir skuldu harumframt nýtast sum fyrimyndir hjá fólki, ið fingust við heimavirki. Hetta var vanligt um somu tíð aðrastaðni í Norður- londum, har heimavirki fekk ein ávísan vinnuligan týdning.17 Um somu tíð ferðast Jákup doktari Jakobsen um landið og savnar sagnir og ævintýr. I Føringatíðindum ber beinleiðis til at fylgja við í ferðum hansara um landið. Hann royndi eins og V.U. Ham- mershaimb, ið kom við nasjonalromantikki- num til Føroya, at bjarga pørtum av gamlari føroyskari mentan, áðrenn hon varð gloymd í tí nýggja tíðarmeldrinum. Sama áhuga fyri verkligari eins og andaligari fólkamentan finna vit eisini í grannalondum okkara. Leitanin eftir einum samleika í tí farna er sjóðað saman við listarliga nýskapan í skald- skapi. Annaðhvørt tjóðskaparrørsla okkara byrjaði í Føroyum, sum Petur Martin Rasmussen vil vera við,18 ella millum føroy- ingar í Keypmannahavn, so eru yrkjarar okkara seinast í 19. øld ikki bert millum teir, sum vóru upphavið til tjóðskaparkenslurnar, men teir góvu teimum eisini innihald og skap, ið gjørdi tað møguligt hjá fólki at fata og nema landið øðrvísi, enn tey høvdu gjørt fyrr. Ein nýggjur hugsanarháttur sá dagsins ljós. Sjálvandi vóru Føroyar enn bøur, hagi, fuglabjørg og hav, sum gav fólki mat í munn- in, men tær vórðu eisini vorðnar til eina aðra hugmynd, sum kom at verða felags fyri fólk- ið alt. Sum amboð fekk „Songbók Føroya fólks“, ið fyri fyrstu ferð kom út í 1913, serligan týdning í hesum sambandi. Hana høvdu fólk við sær á fólkafundir og aðrar samkomur. Náttúruna, landið og fólkið, móðurmálið, merkið, hugtøk sum frælsi og framburð, yrki á sjógvi og landi, ungdóm, ást, árstíðirnar og mangt annað bar nú alt til at syngja um á føroyskum máli. Tað føroyska sum hugtak var vorðið meira ítøkiligt, tað bar til at samskifta tað manna millum. Tann staður, har vit eru fødd hevur nógv at siga fyri okkum og okkara samleika. Tí hoyrir tað eisini upp í samleikaskapan okk- ara at niðursjóða heimbygdina í okkurt ítøkiligt, sum vit kunnu nema, sjálvt um alt broytist. Her koma bygdarsøgurnar upp í part. Jonathan Wylie, ið nú man teljast millum teir útlendingar, ið kenna frægast til før- oyska mentan og søgu, hevur gjørt sær hug- leiðingar um bygdarsøgurar í sambandi við greining sína av føroyskari samleikagerð. Hann sigur um hetta: „and here we find ourselves plunged, like an anthropologist in the field, into the heart of Faroese „nationality“ - the traditional village world as Faroese appreciate it, through seemingly interminable, disjointed recitations of apparently pointless anecdotes about each house and the people who have lived there since time not-quite-immemo- rial“.19 Mikkjal Dánjalsson á Ryggi gav „Miðvinga- søgu“ út í 1940. Hon er tann fyrsta bygd- arsøgan. Síðani eru fleiri komnar henni á
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.