Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 28

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 28
32 AT FINNA ELLA UPPFINNA TAÐ FØROYSKA aftur. Sum lutur í skapanini av einum høpi fyri føroyskum samleika kom turrur fiskur at verða mettur øðrvísi. „Sleb og ræst kjøt og súpan, nei, ikki hóskar tað saman“, skal Hans Marius Debes, skraddari, einaferð hava sagt, sbrt. bónda á Velbastað. Feskt kjøt var tartn vanligi brúdleypsdøgurðin fyrr. Ræst kjøt var gott, men feskt var meira for- kunnugt. Munnu ikki allar „ræstkjøtsveitsl- urnar“ vera ein liður í ásannanini av einum føroyskum samleika. Hin vegin er tað ikki allur matur, sum hevur fingið sama týdning t.d. kamsrættir og nógvur súpimatur. Før- oyskur ostur er sjáldsamur í dag og sjáldan á høgtíðsborði. Hin vegin hevur havhestaungi ella náti, sum hann eisini verður kallaður, fingið týdning í ásannani av føroyskum sam- leika. Tað gámla bygdarsamfelagið við sínum vinnugrundarlag er so við og við horvið, og í dag er tað burtur. Tey amboð og annað, sum hoyrdu hesum samfelag til, hava nú fingið ein nýggjan týdning. Tey eru komin upp á veggin at hanga. Har finna vit gamlar búnyttur, sum hoyra heima í einum farnum framleiðsluhøpi. Rokkar, hakar, dyllur og leypar og hvørt av sínum fáa nú á stovu- vegginum ein heilt annan symbolskan týdn- ing enn teir høvdu fyrr, antin teir hanga uppi í fullari stødd ella í smálíki. í 1%0-árunum og fyrst í 1970-árunum skar ein maður í Mykinesi bjargafuglar og fuglabjørg úr bjálvungarplasti. Hesi fuglabjørgini hanga í dag í mongum stovum í Føroyum. Við hes- um føroysku ímyndingunum og fyrrverandi framleiðslulutum, broyttum til prýðislutir á stovubróstinum, stríðast vit, ikki bert fyri at á ein einfaldan hátt at varðveita søguliga tráðin heilan, men senda við hesum ein boð- skap ikki bert til onnur, men so sanniliga eisini okkum sjálvum til áhaldandi áminning um, at vit eru føroyingar. Sama kann sigast um flagtakið, sum mest- sum kom aftur 1960-árunum. Føroyingar fingu tá betri ráð, og samstundis fjølbroyttari snið á húsum sínum. Flagtakið ímyndar okkurt meira føroyskt enn tak av jarni ella øðrum tilfari. Sama týdning hava grótgarð- arnir, sum í dag girða hús inni, hóast teir als ikki líkjast teimum gomlu føroysku grót- gørðunum, heldur laðaðum húsagrundum. „Eitt pinkulítið pyntuflagg at seta upp á eitt klaver, og síðan hvør flaggmaður tað í knapphol- inum ber.“24 Greiðasta samleikaeyðkenni okkara er sjálvandi flaggið ella Merkið. Tað eru ikki so ógvuliga nógv ár síðani, at menn gingu við emalieraðum føroyskum flaggi á jakka- brotinum, ella við slipsnál og mansjett- knøppum av sama slag. Hetta er ikki so vanligt longur. Ei heldur er tað longur van- ligt at síggja borðfløgg sum stovupynt. Føroysk fløgg kunnu kortini í dag síggjast á t.d. gløsum og lutum ætlaðum ferðandi at keypa sær. Ikki bert heim og einstaklingar leita eftir tí føroyska at knýta at sær, men eisini virki og handilsfyritøkur nýta tað sum part í sølu- fremjandi tiltøkum. Við hvørt við hepnari hond, men ikki altíð. T.d. varð føroyska flaggið fyri ikki so nógvum árum nýtt sum prýði á einum plastposa at keypa uppí. Tað skuldi kanska gera tað meira føroyskt at fara til handils, men virðiligt var tað ikki at síggja posar við Merkinum á liggja og rekast. Hepnari minnist eg eina plakat - eina reklamu, fyri eitt føroyskt skipafelag, har
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.