Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 29

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 29
AT FINNA ELLA UPPFINNA TAÐ FØROYSKA 33 skip sigldi fram við fuglabjørgum við einum fleygamanni ella fyglingarmanni á eini rók. Boðskapurin er púra greiður. Fuglaveiðin verður her tikin fram sum reklama fyri tað forkunnuga, ið skal draga ferðafólk til Før- oyar. Tað er ikki óvanligt, at handilsfyritøkur ella virkir leggja tað føroyska aftur at vøruni sum eina serliga dygd, sum liggur í júst tí at vera føroyskt. Og hvør av okkum tekur ikki tað føroyska fram um tað útlendska, um munurin á dygdini ikki er alt ov stórur. Tað er eisini ein háttur at ásanna okkara før- oyska samleika mótvegis øðrum. Tað er einki ilt í at samansjóða vinnulív og føroysk- an samleika, men ørkymlandi kan tað vera, tá lundi verður nýttur sum eykenni ella vørumerki fyri turran fisk, so løgið tað ljóð- ar, helst tí at lundin verður hildin at vera føroyskari enn tann turri fiskurin í pakk- anum. Føroyingar hava eisini í mongum førum sín egna mentanarliga atburð, ikki minst tá ið rúsandi løgur verður drukkin. Tey flestu mannfólk mugu kenna til at verða boðin í kjallaran ella aftur um ein hjall, í eitt hoyggjhús ella í ein bilskúr at fáa sær ein lítlan. Støðini kunnu vera so ymisk, men sjálvt um skonkt verður inni í stovuni, verð- ur fløskan ikki so sjáldan sett niður við borðinum ella afturundir. Slíkur atburður er helst komin av rúsdrekkaviðurskiftum okk- ara, men verður av nógvum mettur at vera serføroyskur, og ein hóskandi háttur at vera blíður uppá. Eg kundi tikið fleri áhugaverd dømi, men lat hetta vera nóg mikið. Grindadráp og føroyskur samleiki Lat meg at enda í hesi ritroynd míni viðgera eitt einstakt evni meira nágreiniliga enn hini. Tað er grindadrápið, sum í 1832 fekk sína fyrstu alment galdandi reglugerð, tá forna siðvenjan varð gjørd til lóg. Tað er júst í hesum árum, at tær allarfyrstu nálirnar til tann ávøkstur, sum seinni skuldi verða tær nýggju Føroyar, fara at spíra. Tann sokallaða borgaraliga mentanin hevði nortið við Før- oyar og vit fingu eisini eitt borgaraligt al- menni.25 Myndugleikarnir høvdu fingið áhuga fyri grindadrápinum. Áhugin var ikki bert fyri búskaparliga týdninginum, men eisini fyri hugmyndafrøðiliga týdningi grindadrápsins. Tað er vert at leggja til merkis, at danski amtmaðurin C. Pløyen í 1835 yrkti „En nye Vise om Grindefangsten paa Færøerne", við niðurlagnum „Raske drenge, grind at dræbe, det er vor lyst“, vanliga nevnd „Grindavísan“. Ilt er at siga, hvat føroyingar hava hugsað í sambandi við grind fyrr. Sjálvandi hevur grindadráp verið spennandi, tá sum nú, men man ikki tvøst og spik sum matur hava lig'* fremst í huganum. Við grindavísuni verður grindadrápið lyft upp til eisini at vera annað enn bert tað at royna at fáa upp í pott og í døgurðatrog. At tað kom at verða danski amtmaðurin, sum yrkti grindavísuna, eyðkennir á ein hátt før- oyska samleikan um hesa tíð. Flann var helst torførur at finna í ítøkiligum ímyndum. Var heldur at finna samansjóðaður í dagligum lívi og virki hjá tí einstaka. Teir hongdu ikki sóknaronglar upp á glasstovuveggin til prýðis, heldur funnu teir ein søguligan sam- leika í kvæðunum, ið teir sjálvir sjóðaðu saman við yrkadag sín. Tað var ikki bert Pløyen, sum sá føroy- ingar sum „raske drenge, grind at dræbe“, tað gjørdu eisini Jákup doktari Jakobsen og Billa Hansen fleiri ár seinni í tí barokku og ikki sørt láturverdu grindavísuni, sum tey yrktu saman í 1892, og sum gongur til „La Marseillaise“. Her skal okkurt brot verða endurgivið:
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.