Fróðskaparrit - 01.01.1989, Síða 30

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Síða 30
34 AT FINNA ELLA UPPFINNA TAÐ FØROYSKA )>••• Upp til herðar í sjónum teir vaða, knívar renna gjøgnum hálsar upp til skaft, meðan hvalasveivirnar við kraft sjógvin froyða sum harðasta glaða í Jákup øði stakk, á hvalabak hann sprakk; hart sker hann, ansar ei slag av sveiv; blóðskúm um oyrur dreiv. :,: Reyð er vágin sum droyri at síggja; vákn so hvassliga ripast frá borð; særdur bólkur ein kann sær at flýggja, :,: óður fer millum bátar við sor. :,: Upp í loft reyðir sprænirnir standa; hvalir stynjandi fara undir kav; hoyr stavnar bresta niður av hvalarygg - upp og niður teir danda. :,: Renn vákn í hvølju fast! lat muna hvørt eitt kast! Deyðlúgvað grindin melur í kring, nú tynnist við hvønn sting. :,: Fløskan gongur so kør eftir dyst; til dansin fara teir við lyst, ikki ansa teir karmarnar vátar. :,: Lat gella hart í grund! lat dynja dans um stund Nú sláið ring og kvøðið kátt! lat runga grindatátt! :,:“26 Ein uppaftur nýggjari yrking hjá Mikkjali á Ryggi um grind, stingur ikki upp fyri grinda- vísuni hjá dr. Jakobsen og Billu Hansen. Her skal eg bert endurgeva eitt ørindi: Leikirnir gerast so villir og harðir. Regnar av váknum á rodnandi sjógv. Handfast og langt stinga garparnir snarir glitrandi stál inn í búk og í bógv, drepa og særa, einki teir spara, vátir av sjóroki, kátir í blóðroki draga inn hvastið við kvikari klógv.27 Grindadrápið fær ein víðfevndari týdning í tí nýggju føroysku heimsmyndini. Hetta sæst eisini á øðrum økjum. Miðskeiðis í 19. øld fer Jákup Zacharias Andrasson (1819-1868) á Argjum at smíða knívar og gera aðra handverkslist. Skøft og slíðrar vóru úr mahogni, seinni eisini úr ibenholti. í skaft og slíðrar legði hann útskornar myndir av kopari, messing ella, tá tað skuldi verða nakað serstakt, úr perlumóður. Mynstrini vóru ymiskt stúførd og geometrisk mynstur. Hann gjørdi pyntiknívar, telgiknívar, sprettiknívar, forskerarar og sjálvandi eisini grindaknívar.28 „Prestar, læknar, fremmandir ferðamenn og skipararnir á teimum útlendsku skipunum, sum fiskaðu undir Føroyum, vóru grammir at keypa skreytlutir frá Jákupi. Onglending- ar vildu helst hava grindaknívar". Listhandverkið helt áfram í ættini, og kendi knívsmiðurin Peter Arge (1860-1920) byrj- aði at leggja silvurmyndir í knívarnar. Petur Arge livdi síni manndómsár í tjóðskapar- rørsluni. Tað sum hendir nú, er at myndirnar á knívunum broytast, soleiðis at tær at siga bert avmynda lutir úr grindadrápinum: grindahval, bát, grindaknív, hvalvákn, skutil o.s.fr. lagt í mahogni eller ibenholt. Petur Arge gjørdi eisini skrivisett, brævpressarar o.a. við somu mynđum.29 Ein stórur partur av framleiðslu hansara varð bílagt av emb- ætismonnum ella sum gáva til útlendingar
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.