Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 35
Føroyska málnevndin
Tveir almennir fyrilestrar hildnir á Fróðskaparsetri Føroya 21. og 28.1.1988
Jóhan Hendrik W. Poulsen
I
Árið, sum vit nú hava sett á, er merkisár í
føroyskari mál- og mentanarsøgu, tí annan
jóladag eru liðin 100 ár síðan hin viðgitna
„jólafundin‘\ ið boðaði frá nýggjari og ljós-
ari tíð fyri føroyskum máli í Føroyum. Nú
skuldi tann ómegd, ið rátt hevði í óminni-
ligar tíðir, manast niður, og málið skuldi aft-
ur njóta tey rættindi og tann heiðurssess,
sum tað av røttum átti í hesum landi. Djarvir
dreymar vórðu droymdir, hátíðarlig heiti
vórðu strongd, og tá ið vit nú líta aftur um
bak, kunnu vit ikki uttan undrast á, at tað, ið
hent hevur málinum til bata hesa øldina,
kundi bera til. Ja, orð av hesum undri er
farið víða um lond, og summi illa kroyst
málsamfeløg hava hug at taka okkum til
fyrimyndar í stríðinum fyri tilveruni. Men
sigur er ikki vunnin og verður tað heldur á
ongum sinni. Málrøkt verður aldri at hvfla,
tað er soleiðis vorðið við tí. Har er at liggja
javnan á sum knívur á hørðum horni, skal
nakað spyrjast burturúr.
I fjør, tá ið setursskrivarin sóknaðist eftir
uppskotum til almennar fyrilestrar, datt mær
í hug, at tað kundi verið vert at kunnað
áhugað við Føroysku málnevndina, søgu
hennara, endamál og starvsemi. Tað kundi
verið hóskandi at byrjað hetta søguliga ár
við at siga frá hesum nýggja málrøktarstovni,
sum - uttan annars at meta seg við mætar
slóðarar - roynir eftir førimuni at stíga í
teirra fótaspor og virka í sama anda sum tey,
ið Føringafelag stovnaðu við tess høgu og
bjartskygdu endamálum: røkt og rættindum
móðurmálsins. Tey endamál eru enn í fullum
gildi og als ikki tíðarbært enn at sleppa teim-
um, og vónandi‘verður tað seinur dagur,
áðrenn tað verður, tí sjáldan áður hevur
meiri tørvur verið á júst tí hugsanarhátti,
sum eyðkendi tey, ið sjøtul settu á. Hótt-
anirnar móti málinum, tess heilsu og væl-
ferð, hava valla nakrantíð verið hættisligari
enn nú, ið vit at siga sjálv hava boðið vand-
anum inn og eins og Tóra borgarhjørtur
forðum spæla okkum við lítlan meinaleysan
orm, sum, áðrenn varir, kann gerast stórur
og grimur og taka valdið á okkum. Ikki man
málnevndin hava ta orku og áræði - og held-
ur ikki tað ósmædni - at hon vil meta seg við
Ragnar loðbrók, ið vá hin ljóta orm, tað skal
annað og meira til, men hon kennir sær eftir
tí umboð, ið hon hevur fingið, skyldu til at
gera sítt til at verja málið fyri hóttum og
bøta brekini, ið á eru komin. Men tað ger
hon ikki einsamøll, her mega mong leggja
Fróðskaparrit 36.-37. bók (1988-89): 39-56