Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 35

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 35
Føroyska málnevndin Tveir almennir fyrilestrar hildnir á Fróðskaparsetri Føroya 21. og 28.1.1988 Jóhan Hendrik W. Poulsen I Árið, sum vit nú hava sett á, er merkisár í føroyskari mál- og mentanarsøgu, tí annan jóladag eru liðin 100 ár síðan hin viðgitna „jólafundin‘\ ið boðaði frá nýggjari og ljós- ari tíð fyri føroyskum máli í Føroyum. Nú skuldi tann ómegd, ið rátt hevði í óminni- ligar tíðir, manast niður, og málið skuldi aft- ur njóta tey rættindi og tann heiðurssess, sum tað av røttum átti í hesum landi. Djarvir dreymar vórðu droymdir, hátíðarlig heiti vórðu strongd, og tá ið vit nú líta aftur um bak, kunnu vit ikki uttan undrast á, at tað, ið hent hevur málinum til bata hesa øldina, kundi bera til. Ja, orð av hesum undri er farið víða um lond, og summi illa kroyst málsamfeløg hava hug at taka okkum til fyrimyndar í stríðinum fyri tilveruni. Men sigur er ikki vunnin og verður tað heldur á ongum sinni. Málrøkt verður aldri at hvfla, tað er soleiðis vorðið við tí. Har er at liggja javnan á sum knívur á hørðum horni, skal nakað spyrjast burturúr. I fjør, tá ið setursskrivarin sóknaðist eftir uppskotum til almennar fyrilestrar, datt mær í hug, at tað kundi verið vert at kunnað áhugað við Føroysku málnevndina, søgu hennara, endamál og starvsemi. Tað kundi verið hóskandi at byrjað hetta søguliga ár við at siga frá hesum nýggja málrøktarstovni, sum - uttan annars at meta seg við mætar slóðarar - roynir eftir førimuni at stíga í teirra fótaspor og virka í sama anda sum tey, ið Føringafelag stovnaðu við tess høgu og bjartskygdu endamálum: røkt og rættindum móðurmálsins. Tey endamál eru enn í fullum gildi og als ikki tíðarbært enn at sleppa teim- um, og vónandi‘verður tað seinur dagur, áðrenn tað verður, tí sjáldan áður hevur meiri tørvur verið á júst tí hugsanarhátti, sum eyðkendi tey, ið sjøtul settu á. Hótt- anirnar móti málinum, tess heilsu og væl- ferð, hava valla nakrantíð verið hættisligari enn nú, ið vit at siga sjálv hava boðið vand- anum inn og eins og Tóra borgarhjørtur forðum spæla okkum við lítlan meinaleysan orm, sum, áðrenn varir, kann gerast stórur og grimur og taka valdið á okkum. Ikki man málnevndin hava ta orku og áræði - og held- ur ikki tað ósmædni - at hon vil meta seg við Ragnar loðbrók, ið vá hin ljóta orm, tað skal annað og meira til, men hon kennir sær eftir tí umboð, ið hon hevur fingið, skyldu til at gera sítt til at verja málið fyri hóttum og bøta brekini, ið á eru komin. Men tað ger hon ikki einsamøll, her mega mong leggja Fróðskaparrit 36.-37. bók (1988-89): 39-56
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.