Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 36

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 36
40 FØROYSKA MÁLNEVNDIN sítt til. skal nakað veruligt spyrjast burturúr. Málnevndin er eftir reglugerðini altíð fús at geva ráð og leiðbeining øllum, bæði stovnum og almenningi, ið hava eitthvørt málsligt vandamál at stríðast við. Tað er minni enn so altíð, at hon veit at svara, men hon roynir ið hvussu er altíð at finna upp á ráð. Og ráðgeving er hennara fremsta boð, tí vald eigur hon einki eftir reglugerðini, og tað er helst fyri bestum, tí so viðkvæmt evni sum tungumál er, skal helst verða viðfarið við alski og varsemi og ikki við harðtøknari framferð og valdsboðum. Heldur ikki hevur nevndin umboð til at fara í stríð fyri rættindum móðurmálsins í samfelagnum, sum eins og kunnugt minni enn so øll eru vunnin enn, og har ið tey eru vunnin, ræður tíðum líkasæla við at fáa tey framd. Spurningurin er, um tað er ikki tørvur á einumhvørjum felagsskapi, einum mál- felag, ið torir at stíga fram undan skjólvegg- inum og bróta nasar fyri málsins rætti og sóma - nóg mikið skuldi verið at trivið í. Einki kemur av ongum. I Hávamálum stendur at „funi kveikisk av funa“: eldur kveikist av eldi. Málnevndin eigur sær røtur bæði innan lands og uttan. Hon byggir oman á støði, ið undanmenn her á landi hava ruddað fyri og slættað, men fyrimyndirnar eru í teimum málnevndum, ið stovnaðar vórðu í hinum Norðurlondum í stríðsár- unum og úteftir, og beinleiðis tilelvingin var tað samstarv millum hesar málnevndir, ið vit við teirri skipan, ið tá var, vóru komin uppí. Tað var tí einki uttan so sjálvandi, at vit skipaðu okkum formliga við almennari mál- nevnd eins og øll hini londini høvdu framm- anundan. Tí haldi eg tað ikki vera av leið, fyrst at gera grein fyri málnevndunum í hinum Norðurlondum og virki teirra og samvinnu, áðrenn eg í seinna fyrilestri mínum greiði gjøllari frá okkara nevnd og tí, sum undan henni var. Tá umberst heldur ikki at nema nakað lítið við málstøðuna og døma um tær atgerðir, ið krevjast, til tess at røkja mál okkara so, at tað bæði varðveitir síni eyð- kenni sum vesturnorrøn tunga og samtíðis verður smidligt og dygt samskiftisamboð í framkomnum samfelag bæði í samtíð og framtíð. Norðurlandamálini eru øll einaferð í fyrndini sprottin av sama stovni og hava síðan greinst sundur í ymsar tungur, ið eru ójavnar at skilja sínámillum. Vanliga verður sagt, at málini fyrst í víkingatíð ella um 800 skiltust sundur í eysturnorðurlendskt, t.e. svenskt og danskt øðrumegin, og vestur- norðurlendskt ella norrønt hinumegin, t.e. málið í Noregi og seinni í teimum oyggja- londunum vestur í havi, ið bygd vórðu úr Noregi. Av teimum málunum liva bert ís- lendskt og føroyskt eftir - og málið í Noregi sjálvum er so mikið broytt og einfaldað í bending, at tað nú er átøkari svenskum og donskum enn dótturmálunum í Føroyum og Islandi. Tað hevur sínar grundir: Noreg var undir donskum valdi so leingi, at tað setti sær djúp málslig spor - løgið at føroyskt skuldi ikki njóta somu lagnu at missa eyð- kenni síni sum norrønt bendingarmál. Onn- ur heilt óskyld mál eru innan fyri Norður- landaumveldið: Finskt fyri eystan, sámiskt fyri norðan, á Norðkolli tey kalla, tvørtur um Noreg, Svøríki og Finnland, og so grøn- lendskt, inuittamál, í Grønlandi, ið er skylt við inuittamál í Kanada og Sovjetsamveld- inum. Hesi mál eru seinni komin upp í norð- urlendska málsamstarvið. Fyri miðja 19. øld, serstakliga meðan hin skandinaviska rørslan var í hæddini, vaknaði hugurin fyri málsligari samvinnu, helst mill-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.