Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 45

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 45
FØROYSKA MÁLNEVNDIN 49 tað, sum málnevndin fær flestar spurningar um. Hetta hevur samband við hugtakagerð- ina, ið eg nam við í áðni. Gjøgnum danskt fáa vit kunnleika til orðini fyri teimum flestu hugtøkunum uttan fyri vanliga gerandis- dagin, og takið er at finna á hóskandi føroysk orð at seta í staðin, og tað er mangan tungvunnið, serliga tá ið orðið í bronglaðum líki hevur fingið náðir at festa rót. Ta málrøktarleið, sum løgd varð av Før- ingafelagsmonnum og hevði røtur nógv longri afturi, heldur málnevndin enn hava fult gildi: at stimbra føroyskt mál á heim- ligari og norrønari grund, so at tess eyðkenni verða varðveitt bæði í bending, setningalag og orðavali. Eingin droymir um, at tað á nøkrum sinni eydnast at seta føroysk orð í staðin fyri øll útlendsk, og tað er helst ikki rætt og eftirynskjandi, men tey útlendsku orðini bjóða sær altíð til, verri verður um vit av misfataðum altjóðasinni gloyma at halda opnari teirri endurnýggjanarkeldu sum er orðskapan úr innlendskum og norrønum til- fari. Henda kelda er tornað at kalla í summ- um av okkara grannamálum og torført at fáa hana at renna aftur, tá ið hóttafall eina- ferð er ákomið. Tað at okkara mál er bend- ingarmál við upprunafrøðiligari stavseting lættir so ómetaliga um møguleikarnar at evna til nýggjyrði, og tann søguliga stavset- ingin lættir eisini um royndirnar á hinum ríka (forn)norrøna og nýíslendska mál- grunninum. Málnevndin kennir seg hava skyldu til eft- ir førimuni at halda fram við tí góða verki, sum tey sum undan fóru hava útint. Forsøg- an er ikki so long sum hjá øðrum mentaðum tjóðum, men hon er ikki minni forvitnislig fyri tað. Mong hava lagt hondina á plógvið, og vit njóta ávøkstin av teirra verki, men nógv er enn eftir at leita fram og kanna, til tess at vit kunnu fáa fult gagn av øllum tí, ið avrikað er. Her bíða mong verkevnini eftir ungum og hugaðum rannsóknarfólki: Hvat hevði ikki fingist burtur úr at troytt alt, ið so mætir málmeistarar sum Jákup Jakobsen dr., Jóannes bóndi og Chr. Matras hava lagt úr hondum av skrivligum. Mong, mong onnur kundu tíbetur verið nevnd, men tað gerst ikki her. Málsins røkt og dyrkan hava mangir felagsskapir og stovnar borið í sínum skildri. Umframt Føroyingafeløgini í Keypmanna- havn og heima í Føroyum kunnu verða nevnd ungmannafeløgini við Sólarmagni í Kirkjubø og á Velbastað sum hinum elsta, stovnaðum í 1895, Føroya fólkaháskúli 1899, Hitt føroyska bókmentafelagið, sum A. C. Evensen stovnaði saman við Rasmusi Rasmussen og Antoni Degn í 1907 - tað gav út mong rit, teirra millum mállæruna eftir Jákup Dahl í 1908, Hitt føroyska studenta- felagið í Keypmannahavn 1910, Felagið Varðin 1912 (frá 1919 sum bókmentafelag, ið hevur givið út tíðarritið Varðan frá 1921). Tað hevur havt almiklan týdning fyri før- oyskan málvøkstur. 1 1933 var stovnað felag ið hevði málið í heiti sínum. Tað var Føroya Málfelag. Tað stevndi høgt og avrikaði eisini nógv og gagnligt, men tað var tíverri ov stuttlívað. Kríggið mundi gera sítt til, at tað datt niðurfyri. Seinasti aðalfundur var í januar 1941. í 1949 varð aftur roynt at blása lív í felagið, men tað eydnaðist ikki. Felagið var stovnað við hesum endamáli. a) At búgva føroyskt mál út til at vera nýtiligt í øllum førum her á land. b) At útvega mál- inum lógligan rætt í øllum viðurskiftum. c) At geva fólki leiðbeining í skriftligari nýtslu av føroyskum máli. d) At geva út bøkur við fyrimyndum og orðasøvnum í øllum yrkis- greinum. - Fyrsti formaður var Chr. Matras, og hann mundi eisini vera undangongumað-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.