Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 48

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 48
52 FØROYSKA MÁLNEVNDIN londunum. 21. nov. 1983 skrivaði Fróðskap- arfelagið landsstýrinum hetta bræv, ið sent varð saman við uppskotinum til reglugerð: „Síðan 1958, tá ið Málstovnur Føroya Fróðskaparfelags varð settur á stovn, hevur Fróðskaparfelagið av sínum eintingum skip- að fyri ráðgeving í málspurningum. Henda ráðgeving kom í fastari legu, tá ið felagið í 1980 læt upp skrivstovu við skrivara í hálv- dagsstarvi og setti 3 manna málnevnd. Frá fyrstu tíð hevur Jóhannes av Skarði óløntur røkt starvið sum dagligur fyristøðumaður. Skrivarin hevur lutvíst verið løntur úr Orða- bókagrunninum. Felagið er sannført um, at málslig ráðgev- ing er neyðug og helst ongantíð meira um- varðandi enn nú á døgum, tá ið málsligu árinini uttaneftir eru so ómetaliga stór. Felagið heldur, at nú er stundin komin, at málráðgeving verður lyft upp til at vera landsmál og ikki bert mál, sum felagsskapir hava í hondum. I øllum Norðurlondum, ja Grønlandi við, eru málnevndir, sum hitt al- menna setur og ber kostnað av. Tílíkar nevndir hava rættiliga stórt ræði at skera úr um málslig ivamál og taka avgerðir, eitt nú í stavsetingarspurningum. Tað er eyðsæð, at saknur er í tílíkari nevnd her hjá okkum, og skjýtur felagið tí upp, at landsstýrið/løgtingið setur føroyska málnevnd í samsvari við hjá- lagda uppskot og ber kostnaðin av skriv- stovuhaldi og fundum nevndarinnar." - Skotið varð upp at nevndin skuldi hava 5 limir, sum landsstýrið skuldi tilnevna eftir tilmæli frá Landsskúlafyrisitingini, Føroya- málsdeild Fróðskaparseturs Føroya og Móðurmálslærarafelagnum. Tá ið uppskotið kom til ummælis í Føroyamálsdeildini, varð har lagt afturat, at Rithøvundafelagið og Blaðmannafelagið skuldu eisini vera við til at geva tilmæli um nevndarlimir, og tað góð- kendi landsstýrið. Eisini mælti deildin til, at ein málfrøðingur varð settur at hava fyri- støðuna fyri nevndararbeiðinum. Av tí at ætlað er eftir uppskotinum, at málnevndin skal standa í beinleiðis samstarvi við Før- oyamálsdeildina, hevði verið eftirynskjandi, at málfrøðingurin í nevnda starvi eisini, t.d. í hálvum starvi, varð knýttur at Føroyamáls- deildini, fyrst og fremst orðasavninum. Hetta uppskot vann ikki frama, men tað verður vónandi, sum frá líður. Allar aðrar málnevndir hava málfrøðingar við í dagliga ráðgevingararbeiðinum. Landsstýrið tók væl ímóti uppskotinum, og Torbjørn Poulsen, ið tá hevði mentamál undir sær, styðjaði tað av heilum huga. Vón- að var, at nýggja málnevndin kundi standa fyri fyrsta norðurlendska málfundinum í Føroyum í august 1984, men tað var ikki - almenna kvørnin melur sum kunnugt seint. Meir enn heilt ár skuldi ganga, áðrenn nevndin varð sett. Á málfundi í Løgumklos- ter fekk eg boð heiman um, at landsstýrið á fundi 13. sept. 1985 hevði tilnevnt føroysku málnevndina eftir tilmæli frá avvarðandi stovnum: Petur Jacob Sigvartsen fyri Lands- skúlafyrisitingina, Jeffrei Henriksen fyri Móðurmálslærarafelagið, Sigurð Joensen fyri Rithøvundafelagið, Svenning Tausen fyri Blaðmannafelagið og meg sjálvan fyri Føroyamálsdeildina. Eg kundi so boða mál- fundinum frá hesum í røðu míni. Tíðindini vórðu væl fagnað, og vit fingu mong góð ynski fyri nýggju nevndina. Arbeiðið hjá nýggju málnevndini er beint framhald av tí, ið Málstovnurin legði lunnar undir. Skrivstovan, ið nú eitur Málstovan, er hin sama, og skrivarin við. Fróðskaparfelag- ið var so stórtøkið at lata nevndini ókeypis alt innsavnað tilfar og harafturat handbøkur og onnur hjálparamboð. Fíggjarjáttanin
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.