Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 50

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 50
54 FØROYSKA MÁLNEVNDIN nýggj orð - góð, gomul orð kunnu verða tikin upp aftur við nýggjari merking), lease og leasing: líggja og lígging, heale og healing: heila og heiling. Útlendsku orðini leggja ofta á okkum ta treyt, at vit skulu seta føroyskt orð uppímóti, og eydnast tað ikki, er lætt at tann kenslan kemur upp, at føroyskt er so fátækt, at tað megnar ikki at orða hetta nýggja hugtak. Hartil er at siga, at føroyskt kann ofta siga tað stutt og greitt í einum orði, sum onnur mál mega siga í langari umskriving. Málini eru ikki soleiðis gjørd, at samsvar er ímillum orð fyri orð. Tí eru krøvini, ið verða sett máli okkara ofta órættvís, tá ið útlendsk orð troka seg fram. Hvat skulu vit eitt nú gera við yvirskriftina nonfood í handilslýsing, sum annars er mest um matvøru. Ikki matur? Ikki etandi? ella hvat? Best var at víst tílíkum óbodnum gestum durafjórðingin, tí hvat skil er í at lýsa við onkrum, sum ikki er? Skilir ikki hvørt mansbarn, at gløs og skálir eru ikki etandi, uttan at NON FOOD stendur uppi- yvir? Men eftir sita vit við eini ómegdar- kenslu, tí okkara mál er ikki so smidligt sum onnur! Nevndin skal royna at forða fyri, at mál- spilla, sum er um at taka seg upp, festist. Ja, hvat er har til ráða at taka. Nevnast kunnu málkvøldini saman við tíðindafólki, sum málnevndin helt fram við. Vanligt var at senda frágreiðing frá fundunum út til lim- irnar aftaná. Sum tíðin leið komu alt færri á hesar fundir, tí tíðindafólk hevur nógv um at vera, og ikki var lætt at finna kvøld, ið hóv- aði øllum. So var á heysti í fyrra árið eftir samráð við nevndina í blaðmannafelagnum gjørt av at steðga eina tíð við fundunum, men so skuldi nevndin í staðin av og á senda limunum eitt lítið málbræv. Úrslitið var hetta lítla einfalt skrivaða blaðið Orðafar - bræv frá málnevndini. Vón okkara er at fáa tað út eina ferð um mánaðin. Tað verður sent lim- unum í blaðmannafelagnum ókeypis og eis- ini øðrum áhugaðum. Brævið viðger ymist, ið nevndin heldur krevja viðmerking, og tað er ikki so lítið - ivaleyst er at skriva um. Fyrimyndin fyri Orðafari eru tey smábløð ella -brøv, sum málráðgevarnir hjá útvørpum og sjónvørpum í Norðurlondum senda starvsfólkinum í hesum fjølmiðlum við ráð- um og leiðbeiningum. Islendska og svenska útvarpið hava málráðgevar í starvi, hini hava málfrøðingar uttan fyri stovnarnar, ið skulu lurta eftir ávísum tali av sendingum og senda viðmerkingar sínar í hesum umrøddu mál- brøvum. Hetta verður hildin vera sjálvsøgd og neyðug tænasta, og øll sigast vera fegin við hana. Útvarp og sjónvarp í íslandi og Noregi hava harumframt málstevnuskrá við útgreindum reglum um málburð í hesum fjølmiðlum. Fremst í báðum stendur, at málið í útvarpinum eigur at vera fyri fyri- myndar. „Allt málfar í Ríkisútvarpinu á að vera til fyrimyndar“, „Norsk rikskring- kasting skal vere eit føredøme i rett norsk sprákbruk" - soleiðis stendur fremst í mál- reglunum. Okkara útvarp og sjónvarp kundu lært eitt sindur av hesum! Tey hava fingið kunnleika um hesar málreglur. Eini ráð til at royna at forða fyri út- breiðslu av málvillum er at tala at - ringja ella skriva - í góðari tíð. Nakað gera vit av hesum, men tað er viðkvæmt evni, tí skjótt er at verða illa kendur, og almennur stovnur sum málnevndin er, eigur at sýna kurteisi og royna ikki at gera fólk firtið. Tað vanliga er at ringja til teirra, tú kennir, og sum tú veitst taka tað ikki illa upp. Besti lekidómurin er fyribyrging, og øll sum starvast í fjølmiðl-
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.