Fróðskaparrit - 01.01.1989, Síða 67

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Síða 67
RÆTTARMÁLIÐ í FØROYUM 71 sama rætt skuldi dómarin hava. Uppskotið hjá nevndarmeirilutanum varð samtykt við aðru viðgerð tann 30. august 1923. Við 3. viðgerð setti Jóannes Patursson fram broyt- ingaruppskot um, at rættarmálið í Føroyum var danskt og føroyskt, at yvirhoyring av persónum, sum tosaðu føroyskt, skuldi fara fram gjøgnum rættarvitni, tá ið dómarin ikki skilti føroykst, og at føroysk skjøl skuldu umsetast til danskt, tá ið mál vórðu skotin inn fyri hægri rætt. Uppskotið hjá Jóannesi Patursson fekk bert 7 atkvøður og fall. Upp- skotið til rættargangslóg, soleiðis sum tað varð samtykt við aðru viðgerð, varð samtykt við 16 atkvøðum. Uppskotið varð síðan við- gjørt og samtykt á ríkisdegi og staðfest sum lóg nr. 164 frá 4. juni 1924. Sambært pkt. 38 í hesi lóg skuldi tað í grein 149,1. stk., aftan á 1. punkt, sum segði at rættarmálið var danskt, setast inn nýtt pkt., ið var soljóðandi: „En Dommer, som er det færøske Sprog mægtig, kan benytte dette ved Afhørelse af færøsktalende Personer. Er Dommeren ikke det færøske Sprog mægtig, skal Afhørelse af færøsktalende Personer, der erklærer ikke at være det danske Sprog mægtig, foregaa ved Hjælp af Retsvidnet." I øðrum stk. var eisini serregla um umseting til danskt av skjølum orðaðum á føroyskum máli, tá ið mál vórðu skotin inn fyri hægri rætt. I 1931 varð umsókn send løgtinginum um at fáa broytt rættargangslógina soleiðis, at føroyskt og danskt mál vórðu javnsett sum rættarmál í øllum viðurskiftum. Umsóknin varð beind í nevnd, og nevndarmeirilutin (Mitens og Viðstein) helt tað vera rætt og rímiligt, at føroyskt mál fekk fulla viður- kenning sum rættarmál á jøvnum føti við danskt mál. Talumálið í Føroyum var før- oyskt, og tað var nú í stóran mun eisini vorðið skriftmál. Tingið ásetti tí at gera eftir ynskinum um viðurkenning av móðurmál- inum sum rættarmáli. Meirilutin setti tí sam- svarandi hesum sjónarmiði uppskot fram um at broyta grein 149 í rættargangslógini so- leiðis, at tað skuldi standa dómara, pørtum, vitnum og øðrum frítt at nýta føroyskt ella danskt mál í rættinum. Harumframt skeyt meirilutin upp at seta broytingar inn í grein- ina um umseting av skjølum o.ø. Minnilutin (Johan Poulsen) kundi ikki taka undir við meirilutanum. Hann segði, at hóast minni- lutin og Sambandsflokkurin sum heild vildu taka øll neyðug stig til tess, at rættargangurin gjørdist so tryggur sum gjørligt og í hesum sambandi bera so í bandi, at føroyingar í rættinum fingu høvi til at nýta tað mál, sum í hvørjum einstøkum føri var mest hóskandi, tað veri danskt ella føroyskt, so helt minni- lutin fast um, at rættarmálið var danskt og eisini framvegis átti at vera danskt, so leingi ríkisfelagsskapurin við Danmark var til, og henda ríkisfelagsskap vildi minnilutin og Sambandsflokkurin varðveita. Minnilutin metti, at tað, sum meirilutin hevði skotið upp, so við og við fór at máa støðið undan ríkisfelagsskapinum. Minnilutin vísti annars á, at rættargangslógin helst fór at koma til viðgerðar aftur árið eftir og skeyt tí upp at goyma málið til árið eftir. Uppskotið hjá meirilutanum varð samtykt við 13 atkvøð- um, og hetta vóru helst atkvøðurnar hjá Sjálvstýrisflokkinum og Javnaðarflokkinum. Síðan danska rættargangslógin kom í gildi 1919, vóru ymiskar broytingar framdar í lóg- ini, og vórðu tær settar inn í lógarkunngerð nr. 250 frá 1. oktober 1932 av rættargangs- lógini. Sama ár varð uppskot lagt fyri løg- tingið um at seta lógarkunngerðina í gildi fyri 'Føroyar. Málið varð beint í eina 5- mannanevnd, sum skeyt upp at seta nevnd at fara ígjøgnum tilfarið, ið var til taks. í
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.