Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 70

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 70
74 RÆTTARMÁLIÐ f FØROYUM sen) vísti til ta støðu, Sambandsflokkurin hevði havt higartil í spurninginum um rætt- armálið. Tað, sum var avgerandi fyri Sam- bandsflokkin, var rættartrygdin, og minni- lutin vildi ikki vera við til at nýta málspurn- ingin til politiska propagandu. Uppskotið hjá meirilutanum varð samtykt við 15 at- kvøðum. Eisini varð samtykt broytingar- uppskot frá Chr. Holm Jacobsen o.ø. um, at tað í setingarbrævi hjá amtmanni, sorin- skrivara og landfúta skuldi ásetast, at teir høvdu skyldu til at kunna seg við føroyskt mál. Hetta uppskot varð samtykt við 16 at- kvøðum. í 1940 legði Fólkaflokkurin (radikalt sjálvstýri) fram uppskot um, at allar lýsingar tingsins, haruppií landsnevndar- og aðrar tingnevndarlýsingar viðvíkjandi føroyskum viðurskiftum skuldu vera á føroyskum máli. Nevndin, sum fekk uppskotið til viðgerðar, býtti seg í tríggjar minnilutar. Ein minniluti (Jóannes Patursson) helt, at nú tingið meira og meira tók føroyskt mál til nýtslu, áttu tænastumenn landsins at gjørt tað sama. Sum viðurskiftini vóru, helt Jóannes Paturs- son tað tó ikki bera væl til at seta føroyskt mál til reglubundið mál á fútaskrivstovuni, sorinskrivaraskrivstovuni ella amtsskriv- stovuni. Harafturímóti átti tað at verið álagt sýsluskrivstovum og sóknarfútaskrivstovum at orða síni skrivligu svør á føroyskum máli. Jóannes Patursson setti tí fram uppskot samsvarandi hesum. Ein annar minniluti (Danbjørg) helt tað vera rætt og rímiligt, at føroyskt mál skrivliga varð nýtt í øllum við- urskiftum her á landi. Hann mælti tí til, at løgtingið hereftir so mikið sum gjørligt skip- aði soleiðis fyri, at føroyskar lógir og kunn- gerðir vórðu settar saman á føroyskum máli, eins og tingið annars skuldi nýta føroyskt mál í sínum virki, eins og álagt varð lands- nevndini og løgtingsskrivstovuni. Triði minnilutin (Andras Samuelsen) setti einki uppskot fram. Við atkvøðugreiðsluna í løgtinginum fekk uppskotið hjá Danbjørg 13 atkvøður og varð sostatt samtykt, og uppskotið hjá Jóannesi Patursson burtur- dottið. í 1942 setti Fólkaflokkurin í løgtinginum fram tvey uppskot ávikavist um føroyskt sum lógmál og føroyskt sum rættarmál. Við- víkjandi rættarmálinum varð víst til ta støðu, tingmeirilutin hevði tikið í 1938. Bæði upp- skotini fullu, tí tey fingu bert 7 atkvøður. Á bartalsmessuvalinum í 1943 hevði Fólkaflokkurin stóra framgongd og átti nú 12 av 25 tingmonnum. Flokkurin legði 14. september 1943 fram uppskot um broyting av grein 149 í rættargangslógini. I nevndini, sum fekk uppskotið til viðgerðar, skeyt meirilutin (P.M. T m, R. Long, J. Patursson, P. Petersen og Thorstein Petersen) upp at broyta grein 149 í rættargangslógini sam- svarandi meirilutauppskotinum frá 1938. Meirilutin helt fyri, at tað einans vildi skaða okkum føroyingar, at hesin spurningur ikki varð loystur til fulnar, soleiðis at politisk træta um hetta kundi falla burtur. Minnilutin (Kr. Djurhuus og A. Samuelsen) tók ta støðu, at spurningurin um rættarmálið ikki átti at verða viðgjørdur í teimum óvanligu tíðunum, vit livdu í tá, og setti tí einki upp- skot fram. Við triðju viðgerð varð uppskotið hjá meirilutanum endaliga samtykt við 17 atkvøðum. Uppskotið varð staðfest og hevj- að til lóg tann 4. januar 1944 av Hilbert amt- manni, og var føroyskt mál sostatt sam- stundis viðurkent sum rættarmál á jøvnum føti við danskt mál. 7. desember 1943 hevði løgtingið eisini
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.