Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 73

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 73
RÆTTARMÁLIÐ í FØROYUM 77 hesar samráðingar fram frá mai til juli 1947. Urrit úr gerðabókini fyri hesar tingingar er prentað í Løgtingstíðindum 1947 bls. 162 og fram. Sjálvt orðaskiftið við tingingarnar er ikki endurgivið í gerðabókini. Við tinging- arnar komu fram uppskot frá A. Samuelsen, Fólkaflokkinum, Andreas Møller, stjórn- deildarstjóra í forsætismálaráðnum og Kr. Djurhuus. Uppskotið hjá Fólkaflokkinum og Andr. Møller nevna ikki málspurningin. I uppskotinum hjá Andr. Samuelsn verður viðvíkjandi málinum sagt: „Det færøske Sprogs Ligeret med dansk Sprog paa Fær- øerne anerkendes“. I uppskotinum hjá Kr. Djurhuus stóð: „Færøsk er Hovedsprog, men Dansk skal læres lige saa godt og grun- digt som færøsk, og Dansk kan anvendes lige saa vel som Færøsk i alle offentlige For- hold paa Færøerne.“ Tann endaliga orðingin av málspurninginum í heimastýrislógini, grein 11, gjørdist henda: „Færøsk anerkendes som Hovedsproget, men Dansk skal læres godt og omhyggeligt, og Dansk kan lige saa vel som Færøsk an- vendes i offentlige Forhold. Ved Forelæggelse af Appelsager skal der medfølge dansk Oversættelse af alle Akter paa færøsk.“ Orðingin av 1. stk. er sostatt samsvarandi uppskotinum hjá løgtinginum til tingingar- grundarlag. Tað sæst ikki av tí skrivliga til- farinum, hvør orsøkin er til 2. stk., sum helst er tikið eftir føroysku rættargangslógini. Tá ið Sjúrður Rasmussen cand. jur. í ein- um responsum frá 10. juni 1986 til rættar- nevnd løgtingsins endurgevur Poul Petersen lic. jur., fyrrv. løgtingsmann, fyri at hava sagt, at tað var ein treyt fyri greinini, at føroyskt skuldi vera rættarmál hjá fúta og sorinskriv- ara, og at 2. stk. tí varð sett inn í grein 11, so er tað einki í tí skrivliga tilfarinum, sum styðjar hesa fatan, og sum eftir mínum tykki er beinleiðis ímóti orðaljóðinum í grein 11, 1. stk. Tað hevði eisini verið løgið, um ein slík djúptøkin broyting, sum ongantíð hevði verið upp á tal áður, var farin aftur við borð- inum uttan at verða nevnd við einum einasta orði í tí skrivaða tilfarinum. Gongdin aftan á heimastýrislógina Nýggj lógarkunngerð av donsku rættar- gangslógini var komin 15. september 1953, og varð uppskot til nýggja føroyska rættar- gangslóg løgd fram í tinginum. Orðingin av grein 149 var at kalla einsljóðandi við orð- ingina, sum løgtingið hevði samtykt í 1943. Uppskotið varð samtykt í løgtinginum og síðan í fólkatinginum, og varð staðfest við lóg nr. 95 frá 16.3.1960. Nýggjar føroyskar rættargangsreglur vórðu staðfestar í 1965 og 1979. Báðar hesar lógir høvdu somu orðing av grein 149 sum undanfarna rættargangslóg. I februar 1986 legði landsstýrið fram upp- skot í tinginum til nýggja føroyska rættar- gangslóg. Orðingin í hesum uppskoti av regluni í grein 149 var tann sama sum orð- ingin í tágaldandi rættargangslóg. Uppskotið varð beint í rættarnevndina, sum læt álit frá sær 28. juli 1986. Ein samd rættarnevnd skeyt upp at broyta grein 149, soleiðis at rættar- málið við hægstarætt og landsrætt framvegis skuldi vera danskt, tó at tað var loyvt at nýta føroyskt mál, um rætturin helt seg hava nóg góðan kunnleika til tess. Við sorinskrivara- embætið skuldi rættarmálið vera føroyskt, tó skuldi sorinskrivari, ákæri, advokatur ella partur í málinum hava loyvi til at nýta danskt mál, um viðkomandi ikki var førur fyri at tosa ella skriva føroyskt. Rættarnevndin setti samstundis fram tvey uppskot til samtyktar rættarmálinum viðvíkjandi. Annað upp-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.