Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 79

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 79
HVUSSU EIGUR KIRKJUMALIÐ AT VERA? 83 við samtíðar mál í átrúnaðarligum bók- mentum. Og Victor Danielsen var sum frá leið ikki sjálvur nøgdur við tað. Hví umsetti Victor Danielsen, sum hann gjørdi? Tað, eg veit, hevur hann ikki greitt frá hesum um somu tíð, sum umsetingin var gjørd. Ikki fyrr enn eini 15 ár seinni, og í sambandi við tað stríð, sum tók seg upp, eftir at bæði GT og NT vóru komin út í 1949, tá ið málbúnin í týðingini av NT var so nógv broyttur, at vit veruliga kunnu nevna tað eina nýggja týðing, sigur hann nakað um, hvør grundin var til málbúnan í 1937. Hann sigur tá, at grundin var ikki tann, at hann ikki dugdi „at skriva føroyskt tá sum nú“. Men hann helt, at „mangan tann størri part- urin av teimum, ið lesa skuldu, nógv fyrr vildu hava tað málið, sum eg tá nýtti“, og hann heldur fram: „eg skrivaði, fyri at bókin kundi vera til uppbyggingar, og ikki fyri at demonstrera, at eg dugdi at skriva før- oyskt“12. Tann seinasti setningurin er týði- liga merktur av stríðsstøðuni, hann stóð í eftir 1949. Tá ið Victor Danielsen var deyður - í 1961 - skrivar Petur Háberg, at málmenn, sum fýltust á týðingina hjá Victori, vistu ikki, hví hann „hevði valt sær eitt málsnið, sum lá so nær at talumálinum." Petur Háberg heldur fram, at Victor Danielsen týddi ikki bert til teir „kønu“, men hann „vildi geva fólkinum eina týðing, sum tað kundi taka til hjarta og nýta“. Og -í triðja lagi - sigur Petur Háberg, at Victor Danielsen vildi lata 1937-týðingina við sínum serliga málsliga búna „vera tann lagarstein, ið skuldi vera fólksins millumstig til eitt treyst og ramligt føroyskt bíbliumál.“ Hvussu skulu vit meta hesar báðar grund- gevingarnar fyri, at Victor Danielsen hevði valt tann málsliga búnan, sum hann gjørdi í 1937-týðingini? Báðar eru vorðnar til nógv ár seinni enn týðingin, ávikavist 15 og 25 ár eftir, at týðingin er komin. Og báðar eru vorðnar til í serligum umstøðum. Tann hjá Victor Danielsen í eini stríðstøðu og tann hjá Peturi Háberg, tá ið týðarin var deyður. Vit mugu tí spyrja, um tað, sum sagt verður so nógv ár seinni, veruliga er tað, sum lá aftanfyri, tá ið týðingin var gjørd. Tað er ikki óvanligt í slíkari skriving seinni at finna onkra grund til tað, sum gjørt er fram- manundan, og sum ein ikki er nøgdur við. Líka so vanligt er tað, at onkur annar roynir at finna eina skilagóða grund til, at meistarin gjørdi, sum hann gjørdi, og sum hvørki meistarin sjálvur seinni ella tann, sum skriv- ar, heldur vera serliga gott. Tað er vert at kanna eftir, um tað, sum Victor Danielsen sjálvur og Petur Háberg siga, er merkt av tí, sum eg her havi nevnt. At Victor Danielsen, sum hann sjálvur sigur, og Petur Háberg tekur upp aftur, hevur dugað at skrivað eitt betri og reinari føroyskt mál enn tað, hann hevur nýtt í týðingini í 1937, tykir mær ongan iva vera um. Tað prógvar alt annað, sum hann hevur skrivað, eisini tann nýggja týðingin frá 1949. Tá ið Victor Danielsen sigur um málið í 1937-týðingini, at fólk flest „nógv fyrr“ vildu hava tað málið, og tí brúkti hann tað, „fyri at“ NT kundi vera til uppbyggingar, mugu vit spyrja: hvat sipar „nógv fyrr“ til? Petur Háberg tekur eisini hetta upp aftur við øðrum orðum: Victor vildi geva fólkinum - við striku undir fólkinum - eina týðing, sum tað kundi taka til hjarta. Victor sigur her ikki meira enn hálvan setningin. Hann sigur ikki: nógv fyrr enn hvat mál. Og tað er tann spurningin, vit mugu royna at finna eitt rí- miligt svar uppá. Tað svarið, sum eg haldi vera trúligast, er hetta: Jákup Dahl hevði verið lærari hjá Victori í føroyskum á lær-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.