Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 83

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 83
HVUSSU EIGUR KIRKJUMALIÐ AT VERA? 87 fyri, hann fór úr løgtinginum, kemur hetta fram í einum brævi17 til Jákup Dahl, og tað er ongantíð nøkur illneiting frá hansara síðu móti málbúnanum hjá Dahl. Heldur ikki Fríðrikur Petersen vildi góð- taka eitt nógv danskt ávirkað mál. Og eina- ferð beyð hann sær til at bøta um málbúnan í nøkrum sálmum, sum søkt var um at syngja til eina gudstænastu18. Hann var ikki nøgdur við tann føroyska málbúnan, men tíverri havi eg ikki funnið viðmerkingar hansara og veit tí ikki, hvat hann hevði at finnast at. Og hvussu vandin Fríðrikur var málsliga, kunnu vit sannføra okkum við at lesa yrkingar han- sara. Victor Danielsen setti sína týðing upp móti Dahls av málsligum grundum. Vit skulu nú kanna eftir, hvørjar hugsanir lógu aftan- fyri, at Jákup Dahl týddi, sum hann gjørdi. Einki er funnið um týðingarhátt ella prin- sipp í tilfarinum hjá Dahl, meðan hann umsetti, men sjálvsagt hevur hann eins og ein og hvør annar, sum ger slíkt arbeiði, gjørt sær sínar tankar, soleiðis sum eg havi greitt frá, at Victor Danielsen hevur gjørt. í 1942, bert tvey ár áðrenn hann doyði, skrivaði hann sínar endurminningar viðvíkj- andi kirkjumálinum. Dahl hevur ikki latið hetta prenta og heldur ikki ætlað, at tað skuldi prentast í tí líki, tað var skrivað. Endamálið er at savna og skriva niður upp- lýsingar, sum ikki eru at finna í teimum skjølum, sum hoyra til tey ymisku málini. Tað, sum Dahl sigur um málið, serliga um orðatilfarið, er í sambandi við umtalu hans- ara av mótuppskotinum hjá Sørensen prósti til ritualtýðingina hjá Dahl, sum eg havi nevnt frammanundan, og eisini at Sørensen vildi hava, at kirkjumálið skuldi vera tað sama sum talumálið. Dahl skrivar um „at nýta forn orð og at gera nýggj orð“19, og tað ríkar mál okkara. Um orðasmíð sigur hann: vit kunnu og vit skulu evna nýggj orð „eftir málsins egnu lógum“ „burtur úr tí tilfari, vit hava framm- anundan í málinum“. Um at brúka forn orð tekur hann soleiðis til: „at vit ikki skulu vera bangnir fyri at taka orð úr kvæðunum; tí at kvæðini eru livandi mál enn dagin í dag, við at tey vera jú kvøðin á hvønns manns munni“. I hesum viðfangi kann eg nevna, at Heðin Brú segði um týðingina hjá Viderø av GT, at hann válkaði sær í kvæðamálinum. Hvat so um hetta seinasta, sum Dahl sigur um kvæðini, at tey eru á hvønns manns munni, er og ikki, so er tað greitt, at Dahl í sínum týðingum bæði ger nýggj orð og finnur gomul orð fram úr gloymskuni, í staðin fyri at velja tann møguleika, sum hann eisini nevnir, at taka orð úr øðrum málum og geva teimum eitt „so dánað føroyskt snið“. Dahl nevnir ikki her, hvat mál hann hevur í huga- num. Tað var heldur ikki neyðugt. Tað er øðrumegin danskt-norskt, sum fleiri vildu hava sum støði undir føroyskum kirkjumáli. Hinumegin er tað íslendskt, sum Dahl og onnur, sum hildu seg til hammershaimbska málarvin, vóru skuldsettir fyri at skriva. Eins og Victor Danielsen hevur Dahl ikki skrivað hetta fyrr enn fleiri ár eftir, at hann var liðugur at týða NT - tó skal sigast, at hann týddi úr GT næstan so leingi, hann livdi. Vit mugu tí eisini í hesum føri spyrja, um tað var hetta sjónarmið, sum Dahl týddi eftir, ella hann sær hetta sum eitt ideal, eftir at hann er liðugur við NT. Her eru vit so heppin, at vit hava eitt svar, um ikki frá Dahl sjálvum, so frá Gudmundi Bruun so tíðliga sum í 1919, t.e. áðrenn Dahl av álvara fór undir týðingararbeiði sítt við útgávu av samanhangandi skriftum í NT fyri eyga, men kortini hevði hann longu tá, í
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.