Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 84

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 84
88 HVUSSU EIGUR KIRKJUMALIÐ AT VERA? 1912, týtt allar prædikutekstirnar, sum hann og Símun av Skarði royndu at fáa viður- kendar til kirkjubrúks saman við eini sálma- bók. Søguna um hetta mál havi eg viðgjørt gjølla20. Gudmundur Bruun hevði í 1919 havt føroyskar gudstænastur í Keypmanna- havn í eini 3-4 ár, og hann hevði verið í Føroyum u.l. eitt hálvt ár í 1916-17, og vit vita, at Dahl og hann hava talað saman um málspurningin. Tað kann tí eingin ivi vera um, at Gudmundur hevur kent týðingina hjá Dahl av prædikutekstunum, og nú hevði hann so fingið ritualtýðingina til ummælis. Og so kemur harafturat, at Gudmundur sjálvur hevði týtt tað, sum neyðugt var til gudstænastubrúks til sínar egnu gudstænastu í Keypmannahavn og hevði týtt øðrvísi enn Dahl og var í ein vissan mun ósamdur við Dahl. Hanri talar honum tí ikki eftir munn- inum. Um orðavalið sum heild í ritualtýðingini hjá Dahl sigur Gudmundur, at tað er framúr gott - „fortrinligt“, og um málburðin yvir- høvur, at hann er ektaður føroyskur - „gen- nemført, ægte færøsk Sprogtone". Tað, sum hevur serligan týdning í okkara viðfangi, er tað, sum Gudmundur21 sigur um, hvussu roynt hevur verið at skapa eitt før- oyskt kirkjumál. Teir flestu, sum higartil hava fingist við hetta, hava leitað fram gom- ul orð og málburð, sum ikki longur verður havt á munni, ella lænt orð úr íslendskum og vesturnorskum landsmáli. Hann sigur ikki, hvørjar hann sipar til við „teimum flestu“, men uttan iva telur hann seg sjálvan teirra millum - tað hevur ikki verið gjørligt at fáa at vita, um nakað er til longur av tí, sum Gudmundur týddi. Jákup Dahl harímóti, sigur Gudmundur, hevur við hepnari hond í fleiri førum leitað ein annan veg. Og tað er, at Dahl hevur gjørt nýggj orð burtur úr orðum, sum øll kenna. Gudmundur nevnir einki dømi. Men Dahl nevnir í endurminningunum eitt orð av hes- um slagnum. Tað var ein maður, sum spurdi hann, um hann ikki heldur enn kærleiki kundi siga kerligheit, tí tað var „heitari“. Orðið kerligheit við tí týsku-donsku ending- ini kendu øll. Tað, sum Dahl ger, er at koyra tað fremmandu endingina burtur og seta eina føroyska ending í staðin. Hetta er júst ikki at geva orðinum - sum Dahl kallar tað - eitt so „dánað føroyskt snið“, sum er at gera donsku endingina -hed til -heit á før- oyskum, men at geva eini felags norður- lendskari rót eina føroyska ending f staðin fyri eina danska. Gudmundur hevur rætt í, at tað eru eingir trupulleikar at skilja slík orð, og at tey eisini festa seg í málinum. Tað vóru heldur ikki trupulleikar at skilja hjá manninum, Dahl nevndi, hann helt bert, at orðið ella formurin, hann var vanur við, var flógvari. Gudmundur sigur ikki, at Dahl als ikki hevur funnið forn orð úr gloymskuni ella lænt orð úr øðrum málum. Um dámin í málinum sum heild í ritual- inum sigur Gudmundur, at tað er ein „Blan- ding av Jævnhed og Højtid... med stor kirke- lig Takt og Forstaaelse.“ Bæði Gudmundur Bruun, Gulakur Jacob- sen og Símun av Skarði leggja dent á, at málið, serliga í ritualinum, eigur at hava ein hátíðarligan dám, meira hátíðarligan enn í „den person- og tidsbestemte“ prædikuni, sum Gulakur tekur til. Eg skal nevna eitt afturat frá Gudmundi. Honum dámar ikki teir gomlu sagnorða- formarnar, t.e. vær biðjum o.s.fr., í bønum, tí at hann heldur, at tað inniliga í bønini verður veikari av slíkum formum, harímóti heldur hann teir vera væl egnaðar eitt nú í skrift-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.