Fróðskaparrit - 01.01.1989, Síða 93

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Síða 93
EITT ÍKAST TIL EINA FJØLBROYTTARI MYND 97 af Thorshavns Indbyggere (navnlig de kvin- delige), at hvis Landsbygderne tager Ho- vedstadens Exempel, vil vor Nationalitet snart gaa til Grunde, saa at vi maaske blive danske, endnu førend Sønderjyderne ere blevne tyske. I Thorshavn iklæde mange af de færøske Kvinder sig en latterlig dansk Klædedragt og besmykke deres Tale med en mængde danske og andre fremmede Ord, som lyde sá komisk i deres Mund. (...)I den sidste Tid ere vi gaaede fremad i mange Retninger. ...I en Retning ere vi gaa- ede stærkt tilbage, nemlig i Bevarelsen af vor Nationalitet."12 Til ber at skilja Veðurføst sum eitt mótmæli móti hesi hvøssu atfinning at vantandi tjóðskaparsinni konufólkanna. Greinin tal- ar um havnarkonufólk, men tað er so skjótt, so eru hesir havnarklædnavanar breiddir út um landið alt, sigur greinin. Men grein- skrivarin var sjálvur havnarmaður, um tað er rætt at R.C. Effersøe skrivaði greinina, og fundurin 2. jóladag 1888 mundi eisini vera eitt havnartiltak. Sjónleikurin vísir á, at konufólkini eru ikki minni tjóðskaparsinnað og medvitað um málið enn mannfólkini. Limurin, tær nevna, sum hevur stórt álit á konufólki, kann vera ein limur í Føringa- felag, og um so er, er leikurin beinleiðis vendur móti konufólkamisálitinum, sum greinin í Dimmalætting bar boð um. Leikur- in hevur tvørtur ímóti millum annað talað fyri, at konufólk høvdu onkrar serligar fyri- treytir fyri at vera virknar í tjóðskaparligu menningini. Eftir eitt óklárt petti lovar Tróndur systur síni stuðul: Tróndur: Jú so er Esa fegin skal eg hjálpa tær tá ið tú hevur so negv sinni til tess, og veit eg, tú er ikki tann, sum kastar hálvgjørt verk Eg skal gera mít. Avtala er nú gjørd um at hittast sunnudagin eftir lestur at læra seg at skriva føroyskt, og tey fara at skriva av tað, sum til er. Síðani heldur húsfrúgvin fyri, at tey mugu ikki tosa alt kvøldið burtur, men hvør gera sín setning lidnan, og ímeðan skal Ólavur siga eina søgu, men hon er ikki við í handritinum. Kvøldsetu hava áskoðararnir kent væl, og kanska var tað tí, at Kristin í Geil helt leikin vera leiðiligan. So fer húsfrúgvin aftur at borðreiða og bjóðar fólkinum nátturða, og aktin endar við, at Magga ynskir, at skúlalærarin skal hjálpa teimum, og væntar, at hann kanska fer at koma inn á gólvið seinni um kvøldið. Sitatini vísa, hvussu skriftmálsstøðan var. Hvørki Súsanna Helena ella tey, ið skrivaðu handrit hennara av, dugdu serliga væl at skriva føroyskt. Hvør hevði sína stavseting og eingin er regluføst - t.d. verður tað bæði stavað ta og ta. Stórur munur er á handrit- unum. Handritið við leiklutinum hjá Tróndi er heldur nærri stavseting Hammershaimbs enn hini. Leikritið er skrivað, áðrenn ella samstundis sum Føringafelag varð stovnað og tí eisini, áðrenn miðvís tiltøk vórðu sett í verk fyri at læra limirnar skriftmálið. Veðurføst tykist ikki bert at hava verið tann fyrsti føroyski leikurin, sum hevur verið spældur, men tað tykist eisini sum at konu- fólkapolitiskir spurningar hava verið eitt høvuðsevni í honum - ið hvussu er, er tað týdningarmesta, ið varðveitt er úr fyrstu akt, tiltøk, sum konufólkini standa fyri. Ikki eru konufólkaspurningar ella konu fólkahugburðir vanligir í skaldskapinum frá 1880- og 90-árunum, tí er tað sera harmiligt, at leikurin ikki er varðveittur í heild.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.