Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 95

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 95
EITT ÍKAST TIL EINA FJØLBROYTTARI MYND 99 Húsfrúgvin: So man vera, Harrin betre ta. E cenne nú fista kusoo lyte e evne á vera vi - fjolga um - til kvát er o má vera ajns besta sák móurmál og fójeland (sukkar o fer ut). Húsfrúan (fer út) Guðrin (fer at mangla). Húsfrúgvin tekur undir við gentunum í tjóð- skaparmálunum, men hon heldur seg ikki til at taka lut sjálv - í staðin fylgir hon væl við, hvussu gongst við ætlanunum hjá døtrunum um at læra seg at skriva føroyskt. Nú er eitt lop í handritinum, og tað næsta sum eitt sindur av skili fæst á er ein samrøða millum Ásu - hóast leiklutur Ásu er ikki til - og Guðruna, har Guðrun heldur okkurt vera millum Ásu og Sigmund, son skúla- lærarans. Guðrin: ... Sigmund kiá skúlalærarenun fór ikki niir úr frá tær haila kvølde trigv mær Asa, han doir ikki af sorg um tað ikki vegrar til mikinesar fire føstene Ása vil ikki vera við hetta og sigur eitthvørt um hann, sum skelkar Guðruna, men tá ið Ása tykist at hava greitt meira frá, endar Guðrun: Guðrin: Hesa ferð sum altíð Asa sjinnar tú betri in eg sjolv, og so man vera sum tú sigir; tí fære eg at koma vi tikkun og hukse eg at baggja mínir koma við. Kom so uttar og fá tær morginmæt Asa; Tróndir og Magga leggja nok ikki í at skunda sær, so tað verir ikki til henda morgin tej fáa kræglingar, men so kunne tej aisene fáa tair til millunmálar. (Hon fer in í móti stovedurenun, (Asa attaná)) Hvat hetta so hevur verið, tær hava kjakast um, so eru tær vorðnar blíðar aftur og fara læandi av pallinum. Ikki sæst, hvagar tey ætla sær at fara. Nú er aftur eitt glopp í handritunum, og tey taka við aftur, tá ið Magga og Tróndur koma aftur úr fjøruni, hagar tey vóru farin eftir kræklingi. Sunneva, sum helst er ein arbeiðskona, gevur leiðorðini: Sunneva: ... bóndin fer nú at lesa. Magga (kemir brodlia inn) Ongin inni! - A du! Pápi er farin at [ljæsa. Tað gjørdi tú Tróndir (Hon blívir spøk). Tróndur: Hvæt? Magga: A! ..at tú vildi sita so lanqe har nirre (sedist) Tróndur: Ju Magga rætt vær tað, men vær ikke ill við meg, tú h[evði] heldur ikke so negv ímóti tú. Magga (tyssar á han, setir didlena fra sær, fer spækeliga til didnar og lurtar) Kom í qógnin okkara kova, so seta vit okkum vi didnar attan fyri ovnin so egveliga spækeliga. Kom Trondir. Trondir (tegur um hálsin): Eg fare har sum tú fert Magga (baði út). Magga: Lat okkum nú skunda okkun. Magga og Tróndur hava verið so leingi burt- ur, at tey koma ov seint til lestur. Magga skjýtur upp at tey fara inn gjøgnum kovan heldur enn at fara beint inn í (royk)stovuna og órógva. Tað tykist vera vist, at serligt samband er millum Møggu og Trónd. Nú kundu vit spurt, hvussu pallmyndin man hava verið. Síggjast Magga og Tróndur koma inn í ein dur, ella standa tey uttan fyri pallin og sæst (royk)stovan, har hini sita og lurta eftir lestri, samstundis? Kovin nýtist
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.