Fróðskaparrit - 01.01.1989, Síða 97
EITT ÍKAST TIL EINA FJØLBROYTTARI MYND
101
Magga (Fer gengande ivir um golve um á
gráta): Lykagot kunde tey búja til
morqin tá veror eno betre vevor tá
horde e á dunnenun ýmorgun (hon fer
in).
Tróndur (tosar við Flarald)
Húsfrúgvin: (bijor af —) Genqe nú uttar y
stovena valsignaje, so skulo tit faa hajt
drekka árin tit fara. Trondor si mar vi
Maggo at hon ma sjere negv áv kágene
attir vi kaffenon, so veror tá got attir.
Restin av tí, sum tað ber til at seta saman úr
hesum fýra handritunum snýr seg um, at Asa
og Tróndur koma av stað, um hvussu ring
Magga er um, at tey fara, og húsfrúgvin
roynir at ugga øll við, at tey ungu skulu øll
fara til Mykines at vitja „vi tá fista“. Imeðan
hon gongur og uggar, fær hon tey at setast til
borðs og er við í prátinum um, at tað er
nakað seint á degi, tey skulu fara, um tey
ikki kundu útsett ferðina til dagin eftir osfrv.,
kemur bóndin og boðar frá at „bátiren er
driin“. Síðani biður húsfrúgvin Jógvan fara
og fáa sær ein munn, áðrenn hann fer oman,
og sjálv ætlar hon sær við á støðna.
Móti endanum í leikpartinum hjá Møggu
eru eini leiðorð frá Asu „Tak Sjúrður", og
somu orð sigur Magga við Trónd at enda.
Magga argaði Guðruna við Sigmundi í 1. akt
- í sambandi við berjadagin, Guðrun argaði
Asu við honum í 2. akt, at hann skuldi halda
seg nær henni alt kvøldið, men hon vildi ikki
vita av honum. Nú tykist tað, sum at Asa og
Sjúrður, bróðir Møggu og Guðruna, eru
komin saman.
Magga kemur rennandi úr stovuni við
einum kistli í hondini, sum maturin er í, og
sum mundi verið gloymdur eftir. Hon skal
bera hann oman. Til endans biðja tey farvæl,
og Magga hevur seinasta orðið:
Magga: Ja nok skal e minnast til tá o hope e
vit tá komma á ligga tryqa fer so lange
vevirføst cá tikkun sum tit nú hava lie
her.
Tróndir: .. syqast attor.
Magga: „Tak Tróndir“.
Tey ungu, sum koma saman - sum Kristin í
Geil segði leikurin var um - kunnu vera
Magga og Tróndur og kanska eisini Asa og
Sjúrður, men handritini eru ov ófullfíggjað
til at siga tað við vissu.
Uppskotið um at læra seg føroyskt sunnu-
dagar eftir lestur, hjálpt av skúlalæraranum,
fær fulla undirtøku, men í leikritsbrotunum
er einki at finna um úrslitið og um, hvussu
gekst.
Gongdin í leikinum varir í tríggjar dagar.
1. akt er, meðan kvøldseta verður hildin,
fram til nátturðatíð tað fyrsta kvøldið. Pettið
úr 2. akt er fyrrapartin dagin eftir, sum er
mishalgidagur, og 3. akt er mitt á degi triðja
dagin.
Kristin í Geil hevur helst rætt í tí, at leik-
urin er ikki hendingaríkur í vanligari dram-
atiskari merking, ið hvussu er ikki saman-
borið við at síggja í hamferð og annað
mýtiskt tilfar, sum var í Gunnar Havreka. I
staðin roynir leikurin at lýsa lívið á einum
garði, sum hevur vitjan, og at lýsa persón-
arnar sálarliga:
Húsfrúnna sum matmóður og sera um-
sorgarfulla móður og gummu. Møggu sum
ta tjóðskaparsinnaðu, sterku og skilagóðu
gentuna, sum verður góð við Trónd. Unga
bóndan Trónd, sum tann kanska eitt sindur
varna drongin, sum verður hugtikin av
Møggu. Guðruna og Ásu, sum tvær somu-
leiðis arbeiðssamar og skilagóðar gentur.
Hinar persónarnar fæst sum vituligt er einki
innlit í, og hesir støku leiklutir geva heldur