Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 98

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 98
102 EITT ÍKAST TIL EINA FJØLBROYTTARI MYND ikki allir eins gott innlit í persónmenskuna. T.d. er leikluturin hjá Tróndi ófullfíggjaður - illa avskrivaður, tykist. Konufólkini bera leikin. Tey eru virknast, seta í verk tiltak til frama fyri málrøkt og siga frá politiskum áhuga. Harafturat er leikurin merktur av umsorgan, mattíðum og øðrum húsligum viðurskiftum, sum konu- fólkini standa fyri. At sýna tað húsliga og gerandisliga fram tykist tá eins og nú13 ikki at hóska í list - tað eru ikki hendingar sambært Kristini í Geil.14 SORGARLEIKUR Til er eitt brot úr einum øðrum leikriti, sum Súsanna Helena skrivaði ella byrjaði at skriva. Brotið vísir, at leikurin skuldi vera um unga parið Tóru og Janus, sum ikki fáa hvørt annað. Leikritsbrotið líkist Veður- føstum á tann hátt, at har er nógv húsligt prát um at kóka drekka og borðreiða, taka ímóti og práta við doktaran og onnur, sum koma inn. Høvuðsevnið er, at Tóra liggur illa sjúk, og drongur hennara Janus er fallin. Tóra kemur fram og tosar í ørviti: Tóra (kemur út úr skemmini við ljós í hánd hálv ílatin, hári hongir ógreit niður um heranar, tað er mit um náttina, halv myrkt, eingin er inni, hon tosar í ørviti): Higg Durita tak ljósið eg syggi fyri utt- an tað. Hví tekur tú tað ikki (sleppur tí, fer eftur golvinum higgur seg um, setur seg á ein krakk, heldur saman hendur um kvæðini [helst misskrivað fyri: knæini] (kvøður) Brinhild sprakk av harmi Sjúrður lat sítt lív tað mundi merkjast á ástini at Brinhild hon var fríð. (tekur um høvdi á sær) Sum tað er langt síðan eg sá Janus tað var hin morgum tá ið hann ongantíð kom aftur, hvorkin livandi ella deyður. Norninar vildi hava hann. Tær unti mær hann ikki. Eg visti tað. So vakur hann var. Jú eg vistu tað, ikki tordi eg at gretta tað fyri nøkrum menniskja. Eg roindi tá at verða frá, skemtaði við Birti, spaldi við lítla Heina, kastaði heyg [?] og sjógvin og mangt og hvatt eg var van at gera fyr. (Støggar eit syndir) so for eg fyri ýla, tað var tá sum eg sifti tann stóra reyfiskin, og ein hánd greip eftur honum ella eftur mær tað veit eg ikki. Tá visti eg hvar Janus var. Fiskin tveitti eg á sjógvin skundaði mær eftur árinum so lítli Heini var firtin tí vit fóru so sjótt á landi. Eg seyði meg hava sat eina stóra k kjelling sum eg lat fáa fiskin, fyri at vit kundi sleppa undan henni á landi (inniliga). Tað var ein eiggilig hákjelling sum eingin skal spyrja um (reisur seg). Her er so myrkt man tað skyma? Birta, pápi, Sámal, Marjin hvar eru tit. Ja nú siggji eg teg Birta, tú situr har sum tú ert von. Tit biðja meg altíð royna at sova, nú fari eg at leggja meg (fer og leggur seg á sofina fyri oman borði, blundar, trilvar eftur dýnini) Birta! Birta! Nú er hon sovna (liggur og tosar) Eg havi mist áklæðini á golvi Birta, tak mær tey upp aftur, pápi eg eri so kold. (í svovni): Heini sjót bátin frá, skunda tær, vit mugu verða sjót aftur, at fara móti teimum (andar tungliga, oregvast) Harrin havi lov eg fek heilsa honum áðrenn hann fór (Birta og Sámal koma spakiliga móti seingini). Reiðfiskurin,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.