Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 100

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 100
104 EITT ÍKAST TIL EINA FJØLBROYTTARI MYND Patursson var kanska ikki so harðmæltur sum Jóannes, hann virkaði á nakað sama hátt sum systirin, gav blað út, skrivaði nógv - m.a. ta fyrstu føroysku stuttsøguna - og tað er seinni savnað og givið út. Súsanna Helena talaði til konufólkið og mælti tí til at taka lut í almenna kjakinum, at fáa sær út- búgving, lærdi tey at gera mat av nýggjum, tí hon helt, at matvanar, reinføri o.t. styðjaðu tjóðskaparligu strembanina. Hugsast kundi, at pláss var ikki fyri einum Patursson afturat í almenninum undir liðini á teimum báðum „stóru“, Jóannesi og Sverra. Teir vóru verri enn so samdir um allar tjóðskaparligar spurningar, og munirnir teirra millum hava kanska tikið nóg nógv pláss til, at ein triðja hugsan úr sama umhvørvi kundi sleppa framat á hugmyndafrøðiliga vígvøllinum. Harafturat var Súsanna Helena heldur ikki ein Paturs-son. Royndir hennara at gera seg galdandi í almenninum eydnaðust ikki, avrik hennara eru horvin ella hava verið burturgloymd. Kortini er tað vert at gáa um brotkenda skaldsliga ritverk hennara, tí tað vísir, at stevnumið Føringafelags kundu styðja menning og sjálvsálit hjá konufólki, og at konufólk nýttu kjansin at gera vart við seg í tjóðskaparligu mentanarkollveltingini. Leikurin Gunnar Havreki sipar óbein- leiðis til dagsins mál í 1889, og hann var kensluborin, suggestivur leikur. Veðurføst kann hava havt sterkari hall enn Gunnar Havreki, tí hann viðgjørdi beinleiðis teir tjóðskaparligu spurningar, sum Føringafelag skuldi virka fyri. Harafturat stóð spurning- urin um konufólkaluttøku frammarlaga. Veðurføst kann við øðrum orðum hava verið ein radikalur leikur, og tað, sum er til av honum, kann bert gera fatan okkara av tí, sum hendi í Føringafelag 1889, fjølbroyttari. Keldur 1. Dimmalætúng nr. 9, 2.3.1889 bls. 4 2. Sama blað bls. 1. 3. Dimmalætting nr. 10, 9.3.1889 bls. 4 4. Dimmalætting 23. mars 1889. 5. í kassabók Føringafelags eru kr. 68,47 inn- skrivaðar sum inntøka „Fyri spølini „Veður- føst“ og „Gunnar Havreki““. 6. Sama grein. 7. Leikurin er prentaður í Rasmus Effersøe 1857-1957. Minnisútgáva. Edw. Mitens gav út, Tórshavn 1957. 8. Klombrini [ ] eru sett um tað, eg havi fylt út, har tað t.d. hevur verið ringt at lesa alt orðið. 9. Sitatini eru stava- og orðarætt endurgivin eftir handritunum. Hvørt leikpartahandrit hevur sína stavseting, tí hava sitatini ofta fleiri stavsetingar. 10. Nú er tann stundin..., Tórshavn 1982, bls. 144. 11. Dimmalætting 10.11.1888. 12. Siterað eftir Hans Jacob Debes 1982, men rættað. 13. Oddvør Johansen hevur sagt frá, at funnist var at skaldsøgu hennara Lívsins sumri, tí har er nógv rudding og reingerð. Hildið var, at hetta vóru ov „triviel“ evni, sí Kvinnutíðindi nr. 1,1983 bls. 8. Tað veldst júst, um lesarar, ummælarar o.s.fr. góðtaka, at hesi evni kunnu verða lýst skaldsliga og hava skaldsliga merking. 14. Leiklist og annar skaldskapur hevur í nýggj- ari tíð júst sett ljóskastaran á tað dramatiska í tí gerandisliga. „Absurdi sjónleikurin" hjá Ionesco og Beckett lýsir m.a. vanligt prát millum hjún og vinfólk og vísir á stór drama í tí. 15. Árni Dahl Bókmentasøga II, 1981, bls. 39-40. 16. Sí Konurák, Tórsh. 1989, har greitt verður frá tí, sum nakrar konur hildu um blað hennara.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.